Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava fingið tríggjar ella fýra fiskar í morgun

Oliver Joensen

Tað sigur skiparin á Sigurfara í morgun. Sigurfari er á upsaveiðu norðanfyri. Teir royna við snellu, og hava verið í vinnu alt ári. Jógvan Olsen, skipari sigur, at upsi er at kalla ikki til. Tað er nógvur seiður til, men upsi er at kalla ongin.

Vit fingu ein dag í januar upp á 10.000 pund av Upsa og síðani er helst ongin túrur komin upp á 10.000 pund.

Í síðstu viku fingu vit 7000 pund á einum túri sum vardi í seks dagar, umleið helvtin var smátt. Sambært Fiskamarknaðinum, so er prísurin fyri stóran upsa 10 krónur kilo ímeðan tað smæsta fer fyri 4 kr. kg. Hetta eru bruttoprísir hjá FMF.

Fyrr fingu vit hampuligan prís fyri seiðin, men síðani høvdavirkið gavst fór tann prísurin í botn.

Tríggir stórir útróðarabátar royna við snellu eftir upsa og teir lata allir líka illa at, tað er snøgt sagt ongin upsi at fáa, segði ein skipari, tað svimja seiðir kring oyggjarnar, men upsi er ongin, í hvussu so er fæst hann ikki við snelluni.