Tað sigur FSF forsetin Christian Andreasen, ið ikki heldur, at úrslitini hjá Brian Kerr og Lars Olsen kunnu samanberast.
Norðlýsið vísti í gjár grafar, ið vístu gongdina á FIFA styrkislistanum undir Brian Kerr og Lars Olsen. Gongdin var eyðsýnd, har Brian Kerr flutti liðið langt upp á styrkislistanum, meðan tað bara hevur gingið ein veg undir Lars Olsen. Síðani Lars Olsen bleiv settur í starv, er liðið dottið 66 pláss niður á FIFA styrkislistanum.
Norðlýsið hevur spurt Christian Andreasen, forseta í FSF, um hansara viðmerkingar til gongdina á styrkislistanum.
– Eg haldi als ikki, at ein FIFA styrkislisti kann brúkast yvirhøvur at koma til niðurstøður. Hyggja vit eftir mótstøðuliðnum, so er hesin bólkurin nógv sterkari enn tann seinasti og helst tann sterkasti hjá føroyska landsliðinum nakrantíð, og tí kann tað als ikki samanberast. FIFA styrkislistin sigur einki um, hvørja mótstøðu ein hevur møtt og hann verður ikki serliga nógv nýttur í útlondunum. Fáa vit t.d. ein javnleik ella sigur í oktober móti Kasakhstan, so broytist støðan nógv á styrkislistanum, sigur Christian Andreasen.
Kerr var ov dýrur
Christian Andreasen sigur til venjara samanberingarnar, at FSF ynskti at halda fram við Brian Kerr, men at hetta var ómøguligt.
– Støðan hjá okkum var greið. Vit ynsktu at halda fram við Brian Kerr, tí fyrst og fremst hava vit brúk fyri stabiliteti. Men hansara fíggjarligu krøv vóru langt omanfyri har, ið vit kundu fara. Síðani hugdu vit eftir ymiskum venjarum og høvdu samráðingar. Valið fall á Lars Olsen, ið er ein sera dugnaligur venjari og sum passar væl til okkara profil. Hann var millum fremstu venjararnar í Danmark og vit eru sera væl nøgdir við hansara arbeið higartil. Hann hevur givið nógv til føroyskan fótbólt og ikki bara til A-landsliðið. Tá spurningurin kemur, um tað var rætt at leingja samstarvið áðrenn 4 teir seinastu dystirnar, so var tað eitt ynski frá Lars, at fáa sína framtíð avgreidda í januar, tí hann hevði onnur tilboð. So vit høvdu ikki møguleika at bíða og skuldu óansæð til samráðingar í summar, tá 6 mánaðir vóru eftir av sáttmálanum við Lars. Og tað er mín púra greiða fatan, at vit kunnu ikki skifta venjara annaðhvørt ár, um A-landsliðið skal koma nakran veg. Tað má stabilitetur til og óansæð úrslit í oktober, so mugu vit hyggja eftir heildini og har haldi eg, at Lars hevur gjørt eitt framúr arbeiði saman við hansara føroyska hjálparvenjara og hinum hjálparfólkunum. Eg vil siga, at føroyska A-landsliðið hevur ongantíð verið betri enn júst nú, sigur ein avgjørdur Christian Andreasen.
Spæla ikki aftur á Svangaskarði næstu árini
Í samrøðuni við FSF forsetan spyrja vit eisini inná, hvar heimadystirnir fara at vera framyvir. Kunnu føroyingar vænta, at landsdystir aftur vera á Svangaskarði, har tey bestu úrslitini eru?
– Vit kunnu ikki rokna við, at A-landsdystir vera á Svangaskarði næstu árini. Trupulleikin er, at vøllurin manglar góðkenning og at tað er ein dýr íløga at fáa øll krøvini frá UEFA uppá pláss. Vit høvdu eitt undantaksloyvið frammanundan, men tað hava vit ikki meira og krøvini til ein leikvøll bara hækka sum tíðin gongur. Men vit vilja framhaldandi varðveita Svangaskarð til serliga ungdómslandsliðini og annars menning av føroyskum fótbólti. So framyvir vera tað fyrst og fremst U-landsdysir, ið vera leiktir á Svangaskarði, sigur Christian Andreasen við Norðlýsið.
Les eisini:




