Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava sjálvi avgjørt at flyta hátíðarhaldið

John William Joensen

sigur Súsanna Mc. Birnie, kunningarleiðari hjá Landsverk, sum vísir aftur at nøkur áheitan er komin frá Javnaðarflokkinum

Í gjár skrivaði Norðlýsið at hátíðarhaldið ísamband við Hovstunnilin var sama dag sum Javnaðarflokkurin hevði landsfund í Norðurlandahúsinum, og nakrar fáar tímar seinri kom tíðindaskriv frá Landsverk at hátíðarhaldið ísamband við tunnilin var framskunda eitt vikuskiftið.

Súsanna Mc. Birnie, kunningarleiðari hjá Landsverk, vísir aftur at harraboð eru komin til landsverk úr tinganesi.
– Tá tað gjørdist greitt at fleiri av innbodnum gestunum ikki kundu vera til hátíðarhaldið, var avgjørt at framskunda tað.

Men er tað rímligt at flyta eitt alment hátíðarhald – so at ávísir politikarar kunnu vera til staðar?

– Tað er ikki vanligt at upplýsa hvørjir gestir eru innbodnir – men tað er vanligt at flyta tiltøk um fleiri gestir ikki kunnu vera til staðar.

– Hesa avgerðina tóku vit sjálvi í Landsverk – uttan uppíblanding uttanífrá, sigur Súsanna Mc. Birnie, kunningarleiðari hjá Landsverk.

Skráin fyri hátíðarhaldið verður almannakunngjørd seinri í dag.

Harleywoodpaint