At sleppa at luttaka í einum dysti millum KÍ og HB í Klaksvík er eitt tað størsta sum eitt ítróttar menniskja kann uppliva. Dagurin í dag er tann einasti sum vit eiga og í dag er tað at KÍ og HB hittast til dyst á Djúpumýru – mann móti manni – eins og forfedrar okkara hava gjørt í skjótt hundrað ár. Vit hava tapt og vunnið á HB og hondina á hjartað – tað var ikki altíð at betra liðið vann!
At sleppa at luttaka í einum dysti millum KÍ og HB í Klaksvík er eitt tað størsta sum eitt ítróttar menniskja kann uppliva. Dagurin í dag er tann einasti sum vit eiga og í dag er tað at KÍ og HB hittast til dyst á Djúpumýru – mann móti manni – eins og forfedrar okkara hava gjørt í skjótt hundrað ár. Vit hava tapt og vunnið á HB og hondina á hjartað – tað var ikki altíð at betra liðið vann!
Men vit hava ongantíð vunnið uttan so at vit VERULIGA VILDU VINNA!
Áðrenn dystur byrjar, kunnu vit lata iva og ótta fáa hugin at ferðast og læra hvar HB er sterkast og hvar ein sjálvur er veikast – um eyma halsinan ferð at halda – um skaðin í lyskuni fer at bróta fram – kann eg hava álit á manninum í rygginum ella honum sum er við mína lið…..
Var einaferð sjálvur skaddur og ivasamur til dyst á Djúpumýru og sæt sunnumorgun áðrenn kirkjutíð saman við bakkinum Sámal Eyðfinn Poulsen og áleyparanum Olgar Danielsen á skaðastovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Vit fingu allir hvør sína sprøjtu ”blokadu” frá læknanum – fyri at vit ikki skuldu merkja pínu undir týdningarmikla dystinum á Djúpumýru seinrapartin sama dag – sjálvur var eg ivasamur og tá vit løtu seinri skuldu ein renni túr á vøllinum fyri at vita um vit kundu spæla, var eg stórliga í iva. Eg haldi at eg farið at ”prøva” segði eg, men Olgar kvetti meg av.
– Einki eitur at prøva! Tú fert inn og rennir alt tað tú orkar -100% – uttan at hugsað meira um skaðan – tí antin heldur tað ella ikki – lat skaðan ráða sær sjálvum!!
– Og rætt hevði hann – eg spurtaði avstað og meldaði meg kláran til dyst! Eg ivist onga løtu í at hevði eg ”prøva” so hevði eg ongantíð vunnið á ivanum – og hevði ikki fingið smakkin av sigrinum hendan dagin á Djúpumýru.
Fram til dyst er rætta løtan at ivast og at lurta – men tá dómarin bríkslar dystin í gongd – er allur ivi burtur og vit spæla og berjast fyri okkum sjálvi – KÍ – Klaksvík – norðoyggjum og viðhaldsfólkum!!
Saman við øðrum norðingum fari eg sjálvandi til dyst á Djúpumýru við álitið á mátt og megi KÍ’s – og vit sum eru fyrrverandi, vildu verða (Wanna b), droymarar, verkamenn, filosoffar – øll KÍ viðhaldsfólk – kunnu sjálvandi bert standa á síðulinjuni, Men tit – menn í blá/hvítu troyggjuni – hjarta og hugur okkara er við tykkum og vit stuðla tykkum við fullum huga og tí bróðurskapi vit kenna sum norðingar og KÍarar!
Vit hittast við vøllin klokkan trý!!!
John William Joensen




