Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hittu landstýrismannin á rættini

John William Joensen

– Eg harmist um at eg ikki havi verið í tinginum seinastu 14 dagarnir, men eg eri har sum oftast, sigur Jacob Vestergaard við Norðlýsið – júst sum teir fyri løtu síðan komu á rætt á Øgrum.

Tað hoyrdist hugaligur larmur frá seyði og seyðamonnum í bakgrundini – tá vit fingu fatur á landsstýrismanninum í innlendismálum via fartelefonina fyri løtu síðan.

– Eg harmist um at eg ikki kundi vera í tinginum í morgun – men eg skal heilsað og siga at eg sjálvandi fari at svara øllum spurningum – sum tinglimir hava hug at seta.

– Eg havi eisini boða mínum flokksfelagum frá, at teir kundu heilsað í tinginum at eg takið fult undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum og haldi tað vera uppá sítt pláss at stramma straffirammuna fyri mál, sum hava við misnýtslu av børnum og neyðtøkur at gera.

– Eg havi ikki verið til staðar í tinginum seinstu 14 dagarnar tá uppskot hava verið fyri, sum hava við mítt málsøkið at gera.

– Málið um Tjóðarlundir hjá Heidi Petersen, brotingar í vallógini og nú uppskotið hjá Tjóðveldinum eru farin framvið meðan eg havi verið á fjallið – men eg kann heilsað og siga at eg havi svara spurningum frá tingmonnum í rættarnevndini og farið eisini at vera við tá málið hjá Tjóðveldinum kemur til aðru viðgerð.

– Eg fari eisini at geva løgmanni eina frágreiðing um fráveruna um eg verið spurdur, sigur Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking til Norðlýsið.

Annars hevði gingið gott hjá teimum at reka og allur seyðurin var komin í rætt á Økrum – og veðrið var gott til fjallgongu, skulu vit heilsað og siga.

Harleyfacadeacryl