Jákup Hansen fegnaðist um sigur hjá Klaksvíkingi. – Ein ótrúliga góð kensla, segði hann.
Eftir ólavsøku róðurin tosaði Kringvarpið við Jákup Hansen, ið var komin umborð aftur á Klaksvíking á ólavsøku eftir at hann annars hevur verið burturstaddur nakrar stevnur.
– Hetta er ein ótrúliga góð kensla. Tað var gott at rógva í dag, har umstøðurnar vóru góðar. So hetta var ein góður endi á eitt kappingarár hjá okkum, ið hevur verið merkt av nógvari útskifting. Vit hava bara havt somu manning til tvær stevnur. Teir (Suðuroyingur, blaðm.) vóru har, men vit høvdu stýr á tí allan róðurin, segði Jákup Hansen við Kringvarpið eftir ólavsøku róðurin.




