Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit høvdu tamarhald allan vegin

Jákup Ósá

Róðursmaðurin umborð á Klaksvíkingi var fegin og væl nøgdurvið róðurin á Sundalagsstevnuni.

 

Klaksvíkingur vann leygardagin sín fyrsta sigur í ár á næstaFM róðrinum. Á Norðoyastevnu var Suðuroyingurin eina bátslongd frammanfyri, menhesar seinastu vikurnar er nógv hent. Tí Klaksvíkingur vann við næstan einaribátslongd hesaferð. John Reid Ziska Jacobsen er róðursmaður umborð áKlaksvíkingi og hann greiðir soleiðis frá.

           – Vit fingu eitt ordiligt “wake up call” áNorðoyastevnu. Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at tað gekk soleiðis áNorðoyastevnu. Síðani tá hava vit arbeitt víðari við róðrinum og tí, sum vitgera. Og tað var alt tað sum vit hava arbeitt við hesar báðar vikurnar, sumriggaði  í dag. Tað er okkara æra, at vití dag standa sum vinnarar, segði John Reid Ziska Jacobsen við Norðlýsið eftirróðurin.

 

Hildu taktikkin

Klaksvíkingur fekk ein góðan start og var á odda nærumteinin og John Reid helt, at teir høvdu tamarhald á støðuni allan vegin.

           – Í róðrinum í dag haldi eg, at vit høvdutamarhald á støðuni allan róðurin. Vit sóu teir aftanfyri okkum, og hetta gevureyka kreftir. Tað er altíð stuttligari at renna undan enn at renna aftaná. Vitvóru á odda frá fyrsta takinum til seinasta takið, og tá vit fóru um málið, sovistu vit, at vit høvdu vunnið. Vit hildu okkum til okkara taktikk. Hannriggaði í dag, men riggaði ikki á Norðoyastevnu, sigur hann.

 

Teinurin ongan týdning

Hesaferð var teinurin 2000 metrar, har Klaksvíkingur vanligastendur seg væl. Og spurningurin er so, um hetta er ein teinur, ið gevur teimumá Klaksvíkingi ein fyrimun.

           – Vit eru altíð líka sterkir. Tað er líka mikið umvit rógva 1000 ella 200 metrar. Vit vænta eina harða kapping gjøgnum árið.  Í dag vóru tvær útskiftingar umborð, men tilkomandi stevnu verður tað sama manning, segði John Reid Ziska Jacobsen viðNorðlýsið eftir róðurin.