Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit kunnu vinna á heimavølli í morgin

Jákup Ósá

– Vit føla eftir fyrru hálvfinaluna í kvøld á útivølli, at vit kunnu vinna á heimavølli og tí eru vónirnar góðar til heimadystin í morgin, sigur Karsten Joensen, som er ein av leikarunum hjá mansliðnum hjá Mjølnir.

– Vit føla eftir dystin í kvøld á útivølli, at vit kunnu vinna á heimavølli og tí eru vónirnar góðar til heimadystin í morgin, sigur Karsten Joensen, som er ein av leikarunum hjá mansliðnum hjá Mjølnir.

Mjølnir og Fleyr kappast í hálvfinaluni um at koma í finaluna móti ÍF, sum longu er klárt til finaluna, nú SÍ er koyrt úr landskappingini. Fyrri dysturin var í Tórshavn í kvøld, har Fleyr vann 3-0. Hóast tapið, so var Karsten Joensen hjá Mjølnir væl nøgdur.

– Vit spæla á útivølli og tapa 3-0. Men hóast tað ljóðar sum greitt tap, so var tað ikki so. Vit spældu ein góðan dyst og føla, at vit kunnu gera nakað á heimavølli. Tí vil eg heita á áskoðarar um at møta upp og stuðla okkum í morgin, sigur Karsten Joensen við Norðlýsið.

Seinna hálvfinalan millum mansliðini hjá Mjølnir og Fleyr verður í Klaksvíkar Badmintonhøll mikukvøldið kl. 20.00. Vinnur Mjølnir, so verður ein triðja hálvfinala leikt.