Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit møta olympisku meistarunum

Danial Viðoy

Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í dag. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 – Kina!

Tíðindaskriv frá TSF – Talvsamband Føroya:

Vunnu á Bosnia-Herzegovina

Føroyska talvlandsliðið hevur seinnapartin í gjár heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar.

Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.

Bosnia, sum er styrkismett nummar 41, hevði mannað seg við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara móti Føroyum.

Úrslitið er tað besta hjá Føroyum í kappingini higartil.

Helgi Dam Ziska vann á 1. borði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Denis Kadric, sum hevur hægri styrkital enn okkara Helgi. Helgi Dam Ziska hevur nú 5½ stig av 7 møguligum og er framvegis ósigraður á 1. borði.

Sannførandi avrik

Tað var hugaligt at síggja, hvussu føroysku telvararnir í Baku í gjár grundaðu ein hin fínasta sigurin í einstøkum dysti móti dygdargóðum mótstøðuliði í nakrari talvolympiadu. At vinna á Bosnia-Herzegovina kemur ikki av ongum. Talan er um so sterka manning, sum vit kappast ímóti, at okkara menn mugu vera serliga væl útbornir fyri at útinna setningin.

Helgi Dam Ziska tykist vera flúgvandi í hesum døgum. Við svørtum vann hann í røttum kamptalvi á stórmeistaranum Denis Kadric. Kadric telvaði hart og leyp á, og Helgi mátti taka til rýmingar við konginum yvir á frúgvasíðuna. At síggja til var støðan ótrygg hjá svørtum, men líkt er til, at Helgi hevði tamarhald á øllum. Hann vardi seg væl við konginum innanfyri ein finnuverjugarð mitt fyri á borðinum, og smátt um smátt brynjaði hann seg til álop kongsmegin. Brátt mátti bosniski stórmeistarin taka alt fólk aftur at verja seg, men so mikið væl var løtt hjá okkara manni, at støðan hjá Kadric stóð ikki at bjarga.

Sjúrður Thorsteinsson gjørdi Helga bragdið eftir við fínum sigri á 4. borði. Mótstøðumaðurin lat eina finnu í minni kendum frábrigdi í sisilianskum, men fekk hana ikki aftur, sum hann ætlaði. Sjúrður helt fast og við góðum riddaraleiki fekk hann í fimtanda leiki góða støðu og fyrimun. Tvørámaðurin telvaði ógvuliga sannførandi eftir hetta, og spældi í roynd og veru sín mann niður, so at tað var ein fragd at sjá.

John var ógvuliga tryggur við hvíta fólkinum á 2. borði. Hetta var ein av døgunum, tá Rødgård ikki er at høgga ella stinga í. Einki vágið eksperiment, men varið og korrekt og logiskt allanvegin og einki vingl í teknikkinum. Eitt rættiligt stórmeistararemis.

Jóan Hendrik hevði mest roynda bosniska telavaran ímóti sær. Dizdarevic var við í teimum góðu árunum hjá Bosnia, og var við at vinna olympiskt silvur í 1994. Talvið var rættiliga javnt, men eitt fínt kvalitetsoffur bar í sær, at bosniski stórmeistarin slapp í endatalv við finnu í meirluta. Einki veruligt mótspæl var hjá Jóan Hendriki, og tí gjørdist tað mest bara ein spurningur um teknikk hjá Dizdarevic at vinna endatalvið.

Besta úrslitið?

Spurningurin er, um úrslitið í gjár man vera besti einstaki sigur hjá Føroyum móti góðum mótstøðuliði á nakrari talvolympiadu.

Miðaltalið hjá mótstøðuliðnum táttaði í 2500. So sterka manning hava vit helst ikki vunnið á fyrr. Tríggir stórmeistarar og ein Fidemeistari sótu yvir av okkum. Men tað kann hvør í sínum lagi døma um.

2-2 móti Rumenia í 1990, 2-2 móti Danmark í 1992, 1½-2½ móti Hollandi í 2008 (Holland endaði nummar 12) og 2-2 móti Danmark í EM 2015 eru alt góð úrslit, men vit vunnu ongan av hesum dystum. At vinna dyst á góðum liði yvir fýra borð gert tú ikki á hvørjum degi.

Ein av bestu dystunum hjá Føroyum í OL var hetta í hvussu er – kanska tann besti.

Vit møta olympisku meistarunum

Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í dag. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 – Kina!

Tað er at undrast á, at okkara vegir skulu umskarast so seint í kappingini. Vit trimum sigrum á rað hevur føroyska liðið vunnið seg heilt fram sum nummar 47 í røðini av teimum 180 londunum, sum kappast í Baku.

Kina, sum er styrkismett nummar 3, hevur óvæntað snávað í báðum seinastu dystunum, og er tí dragnað nakað í røðini. Í gjár tapti Kina 3-1 fyri Onglandi, og í dag 2½-1½ fyri Ungarn. Teir eru tí farnir á rull og eru í løtuni á 33. plássi.

Kinverjar vera helst ikki mjúkir at strúka í morgin. Hjá teimum man setningurin vera púra greiður í morgin. 4-0 móti Føroyum er eitt óreingiligt krav. Allir kinesisku telvararnir eru sokallaðir superstórmeistarar við meira enn 2700 í rating.

Okkara menn eiga at taka uppgávuna sum ein heiður og njóta løtuna. Vit hava alt at vinna, og einki at tapa.