Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit mugu fáa eina tíðarhóskandi tollingarskipan

John William Joensen

sigur postverksstjórin, Sofus Clementsen

Norðlýsið hevur eina drúgva samrøðu við postverksstjórin í blaðnum fríggjadagin og her nemur Sofus Clementsen m.a. við trupuleikarnar sum postverkið hevur í dag, hvussu felagið ætlar at betra um tænastustøði o.a.

Tollurin er ein forðing fyri tænastuni
Postverksstjórin sigur at mannagongdirnar viðvíkjandi tolling av vørum er ein stórur trupuleiki á posthúsinum og hetta rakar baði brúkararn og tænastuveitaran.
– Føroyar eru ikki partur av EU og tí skullu allar vørur sum koma uttaneftir tollavgreiðast og tað er ein stórur trupuleiki.
– Mannagongdirnar eru tungar, men eisini her eru vit inni í einum dialogi við Tollmyndugleikarnar um at fáa eina betri skipan.
– Men hetta tekur tíð og bara tað at vøran skal tollast er ein stórur trupuleiki.
– EU er eitt toll økið og tí kenna danskar fyritøkur einki til tað stríð, sum føroyskir brúkarar dagliga hava av at fáa vørur útflýggjaðar.
– Hóast vit ikki vera partur av tolløkinum hjá ES so trúgvi eg uppá at tað eigur at bera til at fáa eina tollskipan sum virkar betur enn hon ger í dag. 
– Men hetta er nakað sum vit á Postverkinum ikki sjálvir hav ávirkan á.

Les samrøðuna við postverksstjóran í blaðnum sum verður borið í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggjum, fríggjadagin.