Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit mugu fokusera upp á tað positiva

John William Joensen

sigur Harley Bertholdsen, sum sigur at venjarin annars í hálvleikinum ávarði ímóti at detta aftur á vøllin

– Tað kennist sera skuffandi at vit tveittu eina 3-1 leiðslu burtur, men tað vísir seg ofta at tá ein er á odda, so vil ein ikki offra ov nógv frameftir og úrslitið er at liðið dettur ov langt aftur.
– Tony royndi annars at uppmunta okkum um at halda fram við ágangandi álopsspælinum og ávaraði okkum ímóti at detta aftur í verjustøðu og harvið yvirlata alt til HB.
– Men hóast hetta so mugu vit bert staðfesta at vit gjørdi stóra feilin at detta ov langt aftur.

Hyggur eftir tí positiva
Harley Bertholdsen sum í góð 18 ár hevur leikt í fremstu deildini sigur at tá dómarin floytaði av kendist tað ørkimlandi og hugsað var einans um tey mistu stigini.
– Men nú ein er komin  niður á jørðina fegnast ein um tað positiva. Eg haldi at vit vístu fyri øllum at vit duga at spæla fótbólt og tað er hetta sum vit mugu byggja á og hyggja frameftir.
– So samanumtikið so eri eg ikki so skuffaður kortini tí kunnu vit vísa sama spæl, sum vít vístu í fyra hálvleiki,  í komandi dystum, so fara vit at fáa fleiri stig í sekkin.