Klaksvík hevur verið góð grindavág gjøgnum tíðirnar, men drápini seinastu tíðina vísa, at vit mugu gera nakað munagott, um vit skulu kunna drepa grind á forsvarligan hátt, og spurningurin er um hetta kann gerast inni á vágni.
At gagnnýta tilfeingið úr havinum er ein rættur, vit føroyingar eiga at halda uppá. Tað, sum umhvørvisverndarskapir hava gjørt vart við, tá ið um sjálvt drápið ræður, eiga vit at taka í álvara. Vit hava sjálvandi rættin til at taka burturúr grindastovninum til egna nýtslu soleingið vit ikki hótta stovnin. Hinvegin eiga vit eisini ábyrgdina av, at drápini ganga so skjótt og forsvarliga fyri seg sum yvirhøvur til ber.
Tað er ongin sum ivast í førleikanum hjá grindamonnunum í Norðoyggjum. Hinvegin er tað ein sannroynd, at drápini á Klaksvík seinastu tíðina hava ikki verið so forsvarlig, sum tey áttu, og tað eru ikki grindamenninir, men umhvørvið ella karmarnir, ið ikki eru góðir nokk longur.
Klaksvíkar Havn er vorðin bygd út við atløguplássum og útfyllingum annars og hetta hevur tikið stóran part burtur av grundarlagnum undir at drepa grind á vágni.
Tosað hevur verið um at gjørt nakað við hetta. Uppskot hava verið frammi um at bøtt um umstøðurnar ymsastaðni á Vágni og hugsað hevur eisini verið um at fara longur norðureftir, eitt nú hevur Fiskimøl verið nevnd í hesum sambandinum.
Í mong ár hevur eisini verið tosað um at gjørt umstøður á Borðoyarvík til grindadráp. Hesum spurningi hevur Klaksvíkar Kommuna arbeitt við, og um vit hava skilt støðuna rætt, so hevur verið biðið um undantaksloyvi til at hildið eini grind til har, soleiðis at man kann síggja, um tað yvirhøvur letur seg gera at drepa grind á Borðoyarvík.
Sum skilst, so er orsøkin til hesa umbøn hon, at menn frá landsverki hava gjørt kanningar av botnviðurskiftunum. Hesar kanningar skulu vísa at marbakkin er horvin og at onki skuldi verið til hindurs fyri at grind varð hildin til har. Eftir tí Norðlýsið veit, so kom steðgur í av krøvum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tí hagani varð sagt, at áðrenn nøkur grind kundi haldast til, so skuldi ein kloakk ella fleiri leggjast langt út á Víkina.
Alt gott um tað. Men tað ljóðar eitt sindur órímiligt at tað ikki skal kunna bera til at fáa undantaksloyvi at halda eini grind til á Borðoyarvík, fyri at síggja um tað yvirhøvur letur seg gera at reka grind upp á land har, áðrenn stórar íløgur vera gjørdar uppá kloakkviðurskiftini, tí lítið er at ivast í, at tá talan er um kloakkviðurskifti, so man lítið betur vera at drepa grind á Vágni.
Fyri at koma aftur til Vágna, so er trupulleikin her ikki bert atkomuviðurskiftini hjá grindini og grindamonnunum. Vágin er eftirhondini vorðin so skitin, at sjálvt grindamenn søgdu eftir seinasta springaradrápið, at teir vamlaðust og vildu als ikki hava sín part av tvøstinum, júst orsakað av tí teir høvdu sæð til dálkingina.
Vit mugu tí gera álvara av at gera nakað við hesi viðurskifti. Fara grindamenn at falla frá orsakað av at Vágin er ov skitin, so er skjótt til at vit ikki fáa okkara part av tí tilfeingi vit eiga rættindi til, og tað verður spell.




