Nú fíggjarlógin er samtykt, sæst enn einaferð, at samgongan raðfestir útbúgvingar. Eitt tað fyrsta, vit avgreiddu, var at samtykka ein skattalætta til lærlingar, sum kom væl við hjá teimum, ið hava valt eina handaliga útbúgving.
Men vit steðgaðu sjálvandi ikki har. Vit hava lagt afturat og víst, at vit raðfesta útbúgving.
Fróðskaparsetrið er hevur fingið næstan 23 millónir í meirjáttan síðan vit komu til. Tað merkir millum annað, at ein flokkur afturat kann upptakast í sjúkrarøktarfrøði og at ein útbugving í KT verður sett á stovn.
Vit hava sett í gongd útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík, og hava nú eisini raðfest at útbyggja Miðnám á Kambsdali.
Musikkskúlin hevur fingið eina hægri játtan og tað hevur vónandi við sær, at bíðilistar fara at minka.
Aliútbúgving verður sett á stovn, eftirskúlin Rásin fær víðkaðar karmar og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík fær ein nýggjan bygning, sum vónandi fer í gongd næsta ár.
Harafturat hava vit eisini samtykt, at fólk við øðrum enn føroyskum sum teirra móðurmál, kunnu fáa lættari atgongd til undirvísing í føroyskum.
Vit raðfesta útbúgving og menning. Tað hava vit víst.



