Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit síggjast í Klaksvík

John William Joensen

– Vit gleða okkum at koma til Klaksvíkar at spæla, sigur Michael Bundesen, sangari í Shubidua

Eitt av stóru nøvnunum, sum fara at spæla á Summar Festivalinum í ár, er danski bólkurin Shubidua. Bólkurin verður av nógvum mettum at verða besti festivalbólkur yvirhøvur í Danmark. Eisini í Føroyum er tónleikurin hjá Shubidua væl kendur, og tað er nógv fólk, sum gleða seg til framførsluna hjá Shubidua í Føroyum.
Men tað eru ikki bara tey, sum ætla sær at lurta, ið gleða seg til framførsluna. Eisini teir, sum spæla við Shubidua, eru farnir at gleða seg til ferðina til Føroya.
– Vit hava úr at gera í summar, og vit ferðast kring alt Danmark at spæla. Men tað er eingin loyna, at tað er nakað serligt at fara til Føroya at spæla, og vit gleða okkum sera nógv til ferðina, sigur Michael Bundesen, sum er sangari í Shudidua, í eini heilsan til festivalin í Klaksvík.
– Tað var fantastiskt at spæla í Føroyum, seinast vit vóru har, men hesaferð verður tað helst enn størri. Vit skulu spæla uttandura, og tað verða fleiri ferðir so nógv fólk og lurta hesaferð, sum tað vóru seinast. Tað verður spennandi at uppliva, sigur Michael Bundesen.

Føroyingar fáa tað besta
Fyri einari tíð síðani var tosað um, at Shubidua ikki fór at spæla so nógv í framtíðini, men í summar hevur bólkurin úr at gera. Bólkurin er sera nógv umbiðin til danskar festivalar, og teir ferðast víða kring Danmark við sínum tónleiki.
– Tað er næstan eitt krav, at Shubidua skal spæla á teimum donsku festivalunum, og tað er sera hugaligt hjá okkum uppliva góðu móttøkuna, sum vit fáa allastaðni, sigur Michael Bundesen.
Shubidua skal hava einar 60 framførslur í Danmark í hesum árini, og mitt í rúgvuni verður ein framførsla á Summar Festivalinum í Klaksvík.
– Fólk sleppa sjálvandi at hoyra allar teir kendu sangirnar hjá okkum, og seinast vóru vit ovfarnir av, hvussu væl føroyingar kenna okkara tónleik. Tað verður stuttligt at spæla fyri tykkum aftur, sigur Michael Bundesen.

Harleywoodpaint