Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit sigla í morginárini klokkan seks

Dávur Winther

Kirkjukjallarin var fullsettur, tá ið Torraskráin beyð til, Rík eru gomul minnir har Solby Christiansdóttir hevði samrøðu við Símun Gullaksen, Olevinus Sørensen og Ranvá Hansen um barndómsárini.

Kirkjukjallarin var fullsettur, tá ið Torraskráin beyð til, Rík eru gomul minnir har Solby Christiansdóttir hevði samrøðu við Símun Gullaksen, Olevinus Sørensen og Ranvá Hansen um barndómsárini.

Ranvá minnist krígsárini, har hon part av krígnum búið í Lorvík hjá skildfólki, tí har var friðarligari enn í Klaksvík. Eisini greiddi hon frá, at hon hevur enn samband við fjóra ættalið av fólki úr Noregi, sum komu higar til Klaksvíkar undir krígnum at vera, tí tey vóru rýmd undan ófriðinum í Noregi.
 

Tað eina norska unga parið hevði brúðarnáttsína hjá fólkiÚti í Víkunum. Drongurin hevði sagt við unnustu sína, um hon vildi gifta seg við sær og annars koma við sær til Føroyar? Tá ið hon svaraðið ja, var at fara til prest at fáa hansara vælsignilsi. Men prestur svaraði, at hann ikki kundi gifta tey, tí tað ikki var lýst fyri teimum.

Men tá ið tey bønaðu og bóðu hann, svaraði hann – Tá ið talan er um kríggj og kærleika eru ikki allar lógir galdandi, og so gifi hann tey. Síðani fóru tey við skundi avstað til Føroyar, har tey búðu undir krígnum.

Tað hongur í fleiri heimum í Klaksvík eitt skriv frá Hákun kongi í Noregi, har hann takkar fyri at hava tikið væl ímóti noregsmonnum undir krígnum.
 

90 ára gamliSímun Gullaksen frá Hattarvík greiddi frá barnaárunum í Fugloy og at tey spældu nógv. Tó var ikki gingið nógv millum bygdirnar til spæl.

Símun hevur verið nógv til skips og greiddi ræði frá sjólívi sínum.

Sama gjørdiOlevinus Sørensen av Viðareiði, sum fór ungur við Jóannes Patursson í 1959. hann greiddi frá at tað vóru uppgangstíðir í 50- og 60-unum. Hann hevur verið við trolara næstan til fram í dag.

Tað var nógv justits umborð. Teir ordrar men fekk, varð ikki sett spurnartekin við, man útførdi teir bara.

Tá var sambandið ikki so gott millum bygdirnar. Hann var einaferð átta ísfiskatúrar í trekk uttan at slepp til hús ímillum.

Einaferð høvdu hann og Ísak Bjarnaskor gingið frá skipi í Klaksvík og heilt norður til Viðareiðis eftir fjøllunum. Tað var ein drúgdvur túrur, so teir vóru ikki frammi fyrr enn um miðnáttina. Tá ið hann kom norður, lá telegram fyri honum, har stuttu boðini vóru: Vit sigla í morginárini klokkan seks.

Og so aftur á fjøllini við klæðsekkinum á rygginum.

Ein hugnalig løta – eisini við sangi, har Torleif Johannesen sjómansmisionerur endaði við einum orði.
Harleywoodpaint