Í seinastuni hevur verið varpa ljós á órudd, ið er at finna kring um í Klaksvíkar Kommunu. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi, ið er komið ta seinastu tíðina.
Í seinastuni hevur verið varpa ljós á órudd, ið er at finna kring um í Klaksvíkar Kommunu. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi, ið er komið ta seinastu tíðina.
Klaksvíkar Kommuna hevur internar mannagongdir ísamband við órudd. Tíðanverri muga vit ásanna, at hetta ikki hevur verið nøktandi. Stig eru tikin, at bøta um støðuna.
Vit skula sópa fyri egnum durum
Sum formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, kann eg staðfesta, at tað als ikki kann góðtakast, at Klaksvík Kommuna peikar fingrar eftir øðrum, meðan okkara partur liggur eftir – Vit skula sópa fyri egnum durum!
Klaksvíkar Kommuna eigur eisini ein part av óruddinum, ið sløðist kring um í býinum. Gjøgnum ár og dag hevur Kommunan havt ymisk økir, har ið órudd og lutir hava verið lagdir “fyribils”. Avgjørt er, at Klaksvíkar Kommuna fer beinan vegin í holt við, at taka sínar lutir upp og samla teir undir skipaðum viðurskiftum norðuri á Strond, í tí gamla grótbrotinum og burturbeina tað ið kann burturbeinast.
Mannagongdir verða herdar viðvíkjandi óruddi hjá privatpersónum og fyritøkum
Tá ið staðfest verður, at fyritøkur ella privatpersónar hava órudd liggjandi, fær viðkomandi fráboðan um hetta. Við núverðandi mannagongdum, tekur hetta 6 mánar, um ikki meira. Hetta verður broytt soleiðis, at aftaná 3 mánar og um viðkomandi, ið hevur ábyrgd av óruddinum, ikki hevur tikið stig til, at beina burtur óruddi, verður tað beint burtur av Klaksvíkar Kommuni fyri eigarans rokning.
Vónandi fara hesar broytingarnar at vera við til, at minni órudd verður at síggja.
Kristian Eli Zachariasen
Formaður í Umhvørvis og Býarskipanarnevndini




