“Vit megna at kappast við eitt og hvørt alifelag í heiminum.” Tað segði stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, á Virkisdegnum, sum Bakkafrost skipaði fyri í Runavík í gjár. Regin hevði eina framløgu um evnið: “Hvat hevur framtíðin at bjóða?”
Hann vísti á, at líka síðani fyrsta virkið í samtakinum, Havsbrún, var stovnað fyri 50 árum síðani, hevur málsetningurin verið at framleiða dygdarvøru úr lokalari rávøru.
“Soleiðis var eisini tá Bakkafrost byrjaði á Glyvrum í 1968. Tá var rávørugrundarlagið sild av Skálafjørðinum og framvegis verður arbeitt við sama málsetningi,” segði hann.
Smakkar av Føroyum
“Okkara laksur er øðrvísi enn laksurin, ið kemur frá okkara kappingarneytum, tí okkara laksur smakkar av Føroyum,” segði Regin Jacobsen.
Hann vísti á, at fóðrið til laksin verður gjørt úr júst sama fiski, sum tann villi laksurin norðanfyri Føroyar etur. Eisini helt hann tað hava stóran týdning, at kundin fær søguna um fiskin, ið hann etur.
“Kundin hevur álit á okkara vøru og tí fáa vit hægri prís enn kappingarneytarnir fáa,” segði hann.
Marknaðurin er broyttur
Fyri ikki so nógvum árum síðani seldi Bakkafrost so at siga alla sína framleiðslu til ES, men hetta er nú broytt. Nú verður meira selt til USA, Asia og Eystureuropa.
“Fortreytirnar broytast alla tíðina, og vit mugu laga okkum eftir tí. Íløgurnar sum vit í løtuni gera skulu tryggja, at vit eisini vera kappingarfør um 20 ár,” segði Regin Jacobsen.
Millum 600 og 700 fólk vóru á vinnudegnum í gjár. Sí fleiri myndir her




