Tað sigur Alis Eliassen úr einasta mannfólka klædnahandlinum í Klaksvík, nevniliga JAP.
Vit eru einasti handilin innan mannfólkaklæðir í Klaksvík, tí hava vit lagt okkum eftir at hava eitthvørt til allar menn um teir eru 14 ár ella 100 ár, hasir báðir og allir, sum eru ímillum teir, finna eitthvørt ”fínari” plaggið í JAP við góðari vegleiðing frá okkum, sum dagliga arbeiða í handlinum, sigur Alis Eliassen við einum fryntligum smíli, nú Norðlýsið vitjar at frætta um menn og summarkollektión..
Summarkollektión – hvat skal eg siga, sigur Alis, jú, tað er sanniliga munur á monnum og kvinnum – hetta síggja vit týðuliga í okkara arbeiði, tí menn broyta ikki so ógvusliga snið og litir á klæðum, sum kvinnur gera.
Svart, grátt og hvítt eru dominerandi litirnir, men tá tað kemur til skjúrtur og troyggjur eru tó litir at velja ímillum. Hinvegin, so broytast modellini á mannfólkaklæðum og tað er kanska meira tað vit fara eftir tá vit vitja á messum,
Um klædningarnar ídag, kann eg siga, at teir eru meira stuttir og smalir, eisini dáma monnunum snøggar jakkar og slim skjúrtur. Sjeikarnir fáa eisini slips ella butterfly um teir hava hug til tess.
Merkini sum vit fyrst og fremst selja eru kanska Lindbergh, Bruun & Stengade, Id Belim, Super Ego, Jack & Jones og Bertoni.
Tá vit keypa inn, so er vetrarkollektiónin hjá ymsu framleiðarunum altíð av áhuga, tí tað eru klæði, ið vit kunnu brúka alt árið. Men tá tað kemur til várkollektiónina og summarklæðini , so skulu vit duga væl at pilka burturúr, tí har er nógv sum bert er egna til nógv heitari øki enn okkara og tað selur fyri stóran part ikki í Føroyum.
Vit eru altíð til reiðar at vegleiða teimum, ið koma í JAP, sigur Alis Eliassen at enda – Ongum nýtist at setast aftur, vit finna altíð títt til tín í JAP..




