Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit skulu hava eitt fjøltáttað vinnilívi

John William Joensen

– og ikki gloyma, at fiskivinnan er okkara høvðusvinna í dag og allarhelst eisini í morgin.

Bæði í visión 2015 og í almenna kjakinum í Føroyum seinastu árini hevur verið ført fram, at vit skulu hava onnur bein at standa á enn bert fiskivinnuna. Hetta er sjálvandi skilagott; men ofta hevur kjaki borið brá av, at fyri at fáa aðrar vinnur, skulu vit flyta fokus frá fiskivinnuni. Fiskivinnan hevur til tíðir verið umtalað sum ein “minni verd”vinna, ið ikki dregur til sín útbúgvin fólk og hevur eisini verið løgd undir at verða ein beinleiðis forðing fyri menning av nýggjum vinnum.

Tað er umráðandi at vit gera okkum greitt, at tað er í fiskivinnuni at vit hava tær longstu traditiónirnar og óiva eisini teir bestu førleikarnar. Tí er náttúrligt, at nýggir vinnuvegir eisini spretta upp rundan um verandi vinnu.Um vit hyggja at grannum okkara fyri norðan, Ísland, so hava teir ment ein stóran part av hátøkni fyritøkum rundan um fiskivinnuna. Sum dømi kunnu nevnast fyritøkur sum Marel.

Tað eru nógv ár síðani, at Íslendingar góvu loyvið til fremmanda arbeiðsmegi, ið serliga hevur verið gagnnýtt av fiskivinnuni; samstundis sum pláss soleiðis bleiv fyri, at Íslendingar sjálvir kundu fara í holt við at gera okkurt annað. Sama síggja vit í grannalondum okkara, so sum Danmark og Svøríki.

Vit vilja flest øll í Føroyum hava, at børn okkara fáa bestu møguligar útbúgvingar og hetta førir sjálvsagt til, at vit framyvir koma at síggja ein alt størri tørv á arbeiðsmegi til vanligt fiskaarbeiði.

Tí skulu vit, samstundis sum vit vilja hava íverksetan og nýhugsan, syrgja fyri, at fiskivinnan og verandi vinnur annars hava so góð kor sum gjørligt. Hetta kann m.a. gerast við, at vinnan fær neyðuga arbeiðsmegi tøka, at vit gera greiðar reglur fyri hvussu vit umsita veiðloyviðir og náttúrutilfeingi okkara annars.

Tí vit skapa ikki nýggjar vinnur við at avtakað verandi høvðusvinnu okkara; men vit at stimbra fiskivinnuni leggja vit lunnar undir nýhugsan og til menning av nýggjum vinnuvegum.

Men tað krevur at vit hava dirvi at taka neyðugu avgerðirnar. Og tað mugu vit!!!

Kitty May Ellefsen, fólkaflokkurin