Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit skulu hava kommunala útjavning og progressivan kommunuskatt

Oliver Joensen

Vit skulu hava kommunala útjavning og progressivan kommunuskatt

Tað er gleðiligt at síggja Búskaparráðið leggja fram eitt greitt uppskot um, hvussu vit kunnu fara í gongd við eina millumkommunala útjavning í Føroyum.
Javnaðarflokkurin hevur í nógv ár víst á stóra tørvin á eini útjavningarskipan, ið tryggjar livikorini í øllum landinum. Tað er stórur ójavni millum økini í Føroyum. Hendan ójavnan hava vit skyldu at rætta uppá. Allir føroyingar eiga at hava nøkulunda javnbjóðis møguleika at liva og virka í Føroyum. Uppskotið hjá Búskaparráðnum er góð byrjan uppá at loysa hesa avbjóðing.
Hóast javnast skal við nøkrum milliónum úr høvuðsstaðarøkinum út til hini økini í landinum, ber Javnaðarflokkurin ongan ótta fyri, at hetta á nakran hátt fer at ganga út yvir livilíkindini í høvuðsstaðarøkinum.
Tað eru tó ikki bert ein millumkommunal útjavningarskipan og kommunusamanlegging, ið skulu til fyri at bøta um ójavnan millum fólk og øki í landinum. Vit hava sett okkum fyri, at kommunuskattaskipanin skal broytast, so kommunuskatturin verður progressivur eins og landsskatturin. Ikki fyrr enn tá hava vit eina skattaskipan, ið veruliga byggir á hugsjónina um, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Í dag er støðan við kommunuskattinum tann, at lægstu inntøkurnar uppá seg í veruleikanum bera størstu byrðarnar.

Vegna Javnaðarflokkin
John Johannessen, form. á tingi

Harleywoodpaint