Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit skulu líta frameftir

John William Joensen

Hesar seinastu vikurnar hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr fíggjarstøðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Yvirskriftir sum: “Klaksvíksballið liðugt” Hava verið nýttar ferð eftir ferð. Hetta ávirkar sjálvsagt borgararnar nógv, og orð sum kreppa, liva yvir evni og skomm, verða ofta nýtt.
Støðan er trupul, men lati okkum ikki tosa hana til eina kreppu.

Í hesum døgum situr býráðið og tillagar fíggjarætlanina fyri komandi ár. Ein torfør uppgáva, men sjálvgjørt er vælgjørt. Vil bert inniliga heita á sitandi býðráð, um ikki at hækka skattin.

Tað er altíð lætt at sita á síðulinjuni og verða atfinningarsamur. Fari er fari, og tað fáa vit ikki broytt. Vit skulu læra av feilum, men neyðugt er at hyggja frammeftir. Vit kunnu vísa okkara missnøgd við sitandi býráð, við at velja nýggj umboð nú 11. novembur.

Skal pláss verða fyri framhaldandi íløgum í býnum, og tað er neyðugt tí nógv liggur á láni, so skulu fleiri inntøkum til. Ikki við at hækka skattin, men tær íløgur ið eru gjørdar í Klaksvíkar havn, skulu nú geva avkast til kommunukassan. Um rætt verður atborið, eiga hesar at verða ein munandi partur av inntøkunum hjá kommununi.

Klaksvíkin er fiskivinnuhøvusstaður í Føroyum og tað verður hon, í mong ár framyvir.
Hetta gerð okkum sárbar, tí tá fiskivinnan svíkur koma færri krónur í kommunukassan. Tí er neyðugt hjá okkum framhaldandi at stremba eftir at fjøltátta inntøkumøguleikarnar hjá kommununi, og tí skulu vit royna at hava so nógv ymisk virksemi í økinum sum gjørligt.

Sum áður nevnt, er tørvurin á íløgum stórur. Nevnast kann útbyggingin av Ósáskúlanum, ið er komin nakað ávegis. Hon kemur at taka stórsta partin av íløgukarminum hjá kommununi næstu tvey árini.

Vit vita at í løtuni verður arbeitt við at leggja alt eldraøki út til komunurnar at umsita, tí er neyðugt at vit beinanvegin fáa lagt ætlanir, hvussu vit útbyggja á hesum øki. Hetta má setast á dagskrá sum skjótast.

Tað er neyðugt at hava visjónir – at hava ætlanir fyri framtíðina. Vit vita at tað er bert ein spurningur um tíð, so eru Norðoyggjar ein kommuna, lati okkum fyrireika okkum til tað og ikki bert at hugsa um dagin í dag. Býráðspolitikarar eiga at hava visjónir fyri alt øki og ikki bert fyri Klaksvíkina sjálva.

Norðoyggjar er ein perla fyri ferðamannin. Her eru óteljandi møguleikar, bæði á sjógv og landi, ið vit eiga at troyta. Tað er neyðugt at kommunan er ein aktivur viðspælari, serliga í byrjanini.

Eg havi visjónir, dirvi og hug.

Gevi mær álit.

Klæmint Hansen
Valevni folkafloksins