segði Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri, í røðu á Útoyggjastevnuni í Fugloy.
– Fingu útoyggjar 1/3 av blokkinum fram til 2015 so hevði tað verið nóg mikið til at vit fingu fast samband við fleiri útoyggjar.
Røðan sum Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri í Klaksvík, helt á útoyggjastevnuni í Fugloy:
Góðu Fugloyingar, góðu føroyingar!
Eg kenni tað sum ein heiður, at mær er litið upp í hendur at siga nøkur orð fyri størstu mannfjøld, sum nakrantíð hevur verið á hesi heilt einastandadi oyggj mitt úti í Atlantarhavinum.
Hóast føddur og uppvaksin í Klaksvík, so var eg bara ein lítil smádrongur, tá eg fyrstu ferð hoyrdi um Fugloynna og Svínoynna.
Tað var soleiðis, tá fyrst í 60 unum, at eitt av okkara best umtóktu spæliplássum var niðri í fjøruni, har vit flotaðu sjálvgjørdar bátar, evnaðir úr avlopstilfari frá timburhandlinum hjá Kjølbro á Varpinum. Flestir av okkum áttu pápar sum vóru fiskimenn, so hóast vit ongantíð høvdu sæð nakað heimskort, so sigldu vit heim undan Grønlandi við fullari last, fiskaðu við New Foundland, við Rock All ella vóru undir Íslandi.
Hesar dýrabara løtur, vóru av og á avbrotnar, tá Másin kom inn eftir vánni. Tá Másin hevði lagt at Olaf´sa brúgv og Poul Kajer, Kjartan og annað gott fólk tóku ímóti fólki og farmi, sótu vit smádreingir og slotaðu og eygleiddu hesar hvítbotnaðu gummiskógvarnar, sum gingu framvið okkum. Í hesum gummiskóm vóru fólk av Fugloynni og Svínoynni og øðrum bygdum norðanfyri. Eg minnist væl at tað vóru ikki bert gummiskógvarnir sum gjørdu inntrykk á okkum, tað var eisini gongulagið, tillagað umhvørvinum hesi fólk búleikaðust í, fyri ikki at tala um prátingarlagið. At hoyra hesi bygdamál, blanda saman við ganginum frá mjólkadunkum og jarmaði seyði á dekkinum var fyrsta upplivingin av hesum samfeløgum úti í Fugloy og Svínoy.
Í skúlanum fingu vit eisini lærarar sum komu úr Fugloy og Svínoy, góðir, nærlagdir og dugnaligir lærarar.
Her lærdu vit um søgu føroyinga. Var søgan um Sigmund Brestirson og Gøtu Trónd spennandi og søgur og sagnir um Kópagentuna, Páll Fanga og Guttorm í Múla hugtakandi – so var ræðusøgan ella tátíðar gysarin, søgnin um Floksmennirnar – Høgna Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og tann meiri góða og menniskjaliga Sjúrð við Kellingará.
Metaforar trutu ikki og fantasiurin kennir ongi mørk og tað var ikki sørt at kaldasveittin kendist, tá vit hoyrdu hesa søgn um tað ónda ímóti tí góða, tað svarta móti tí hvíta og mitt í øllum samkenslan fyri Sjúrða, sum kundi sloppið undan at verði stoyttur oman av Valaknúkum. Hann valdi tó at bera sín straff fyri gerðir sínar.
Hóast Fugloyggin bert er 11,2 km2, og fólkatalið tá flest vóru her mundi liggja um 150 á Kirkju og upp móti 80-90 í Hattarvík, er tað undrunnarvert at oyggin hevur skapt so nógv fólk sum hava gjørt seg galdandi innan polkitikk, mentan og vinnulív. Eg kundi nevnt Símun Michael Zachariassen, Jógvan Zachariassen, amtslæknin og Luis og Símun Petur Zacharisassen, Hans Michael Jacobsen, Gullak Jacobsen, Óli Germanus Hansen saman við fleiri øðrum.
Hvør hevur ikki glett seg yvir teir frammúr vøkru sálmar og sangir ið komu frá Símun Michael Zachariassen, sum eisini var kendur avhaldsmaður og vinmaður Absalon á Trøllanesi sum stovnaði MSF Mikladals Fráhaldsfelag og sum enn er virkið.
Hans Michal Jacobsen hevur eisini lagt varðar eftir seg við søgum, yrkingum og sálmun sum hava ríka okkara mentan.
Luis Zachariassen og Símun P. Zachariassen, hava báðir umboðað land okkara á Føroya Løgtingi.
– mær er sagt at Símun Petur Zachariassen var ein hin mest spennandi lærari sum hevur verið í Klaksvíkar Skúla, tað sigst at søgurnar hann segði børnum um huldufólk vóru so spennandi at tá tað var komið til songartíð, ja so tordu børnini ikki í song einsamøll. So livandi og spennandi vóru hesar søgur.
–
Símun P. Zacharissen man hava yrkt ein av teim vakrastu sangum vit eiga.
Mær leingist at fevna teg, grønkandi vár,
Mær leingist hold títt at kína.
Mær leingist at kenna títt fløvandi tár,
Ið blómuna vekur og sálini spár:
Nú byrjar brátt sólin at skína.
Mær leingist at síggja teg, hitandi sól,
At skína um dalar og líðir,
Har sprettandi blómur reiða sær ból,
og búgvast har úti við himni til skjól,
og prýðast til summarins tíðir.
Gulak Jacobsen, av Kirkju, var prestur í Vági og eitt skifti eisini próstur. Hann yrkti sangin, sum mong halda verða tann vakrasta av øllum,
Langt burt frá øðrum londum – og báran gongur brøtt-
Ein oyggjaflokkur samlaður man finnast;
Har kanst tú síggja líðir, har kanst tú síggja fløtt,
Og grasið grør frá egg til dalin innast,
Og fjøllini tey reisa seg ímóti himli høgt,
Ei annað eygað skoðar, er tað enn bjart og gløgt,
Enn hav og himmal – landið, tað er Føroyar
Og í 4 ørindi sigur hann
Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú festir búgv,
Ber altíð títt føðiland í minni;
Tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv,
Er rótleysur stelkurin hin stinni.
Bið gott yvir fólkið av fornari ætt,
Sum Guð hevur givið so dýran ein skatt:
At liva við friði í Føroyum.
Eg má siga at tað er vit miklari virðing tá eg hugsi um hvussu hesar menn hava ríka okkara mentan, – tað teir hava lagt eftir seg eru varðar sum koma at standa so leingi jørðin stendur.
Fugloyggin og Svínoyggin eru sannar perlur, ja sum vakrastu gimsteinar í tí vøkru føroysku krúnuni Várharra skapti okkum. Sama kann sigast um allar útoyggjar okkara. Allar hava hvør sín egna vakurleika – sum við blómunum, tá tær í ymskum litum og skapi eru ein fragd fyri eyga á at líta.
Ein slík útoyggjastevna setur útoyggjar í focus. Tú verður mintur á at vandi er á ferð og at okkara samfelag er við at gerast fátækari. Verður ein oyggj avtoftað, ja so fara stór mentunnarlig og málslig virði fyri bakka. Land okkara gerst minni og fátækari.
Tí er tað neyðugt hjá politiska mynduleikanum at vakna áðrenn tað er ov seint. Øll vita at nú er síðsta útkall. Vit vita eisini at tær sterku miðsavnandi kreftirnar í okkara landi gerast sterkari sum frá líður og tað tykist sum hesar kreftir leggja minni og minni í útjaðaran í landi okkara.
Tað kennist svárt at so skal verða, tá hesi somu fólk vita hvønn mentunnarligan og vinnuligan arv okkara samfelag hevur fingið frá fólkið, sum er komið frá útjaðaranum.
Skal lív verða laga á útoyggjum er neyðugt við betri sambandi til útoyggjarnar og tí eiga vit at stremba ímóti at ongin ferja verður neyðug í okkara landi.
Hetta ljóðar kanska av nógvum og í oyrunum á teimum miðsavnandi kreftunum ljóðar hetta ørt. Hetta hava vit ikki ráð til verður sagt. Mín spurningur er um vit hava ráð at lata verða.
Fingu útoyggjar 1/3 av blokkinum fram til 2015 so hevði tað verið nóg mikið til at vit fingu fast samband við fleiri útoyggjar.
Eg eri sannførdur um at hetta eigur at verða eitt hitt fremsta politiska mál hjá einhvørjum politiskum meiriluta á tingi – at flest allar oyggjar okkara verða knýttar saman við føstum sambandið.
Tá gerst okkara lítla oyggjasamfelag størri, sterkari og ríkari. Verður alt at enda í Havnini so gerst okkara lítla oyggjasamfelag minni, veikari, og fátækari.
Søgan vísir óendalig dømi um hvussu stutt menniskja sær fram í tíðina.
Ein kendur og høgt virdur enskur rithøvundur sum æt H. G. Wells segði fyrst í 1900 talinum at flogfør fóru ongantíð at fáa nakran týdning innan flutning. Hann sá og visti nógv, men hann sá ikki serliga langt fram i tíðina.
Í 1946 segði stjórin á filmframleiðslu felagnum FOX 20th Century at sjónvarp fór ongantíð at fáa nakran sum helst týdning.
Hetta segði hann í 1946, tað gingu bert fá ár so kundi staðfestast at hann sá ikki serliga langt fram í tíðina.
Ferðin økist skjótari og skjótari sum tíðin ferð og tað gerst truplari at síggja hvat hendir bara um 5 ár. Tí eiga vit at seta okkum høg mál og eg vóni at tit øll sum búgva á útoyggjum skótt fara at síggja at tað fer at bera fram móti ljósari tíðum at gongd kemur á at knýta útoyggjar saman við megin økinum.
Eg vil til endans takka tykkum sum hava fyriskipað hesi útoyggjastevnu og takka Fugloyingum fyri ein einastandi blíðskap og at vit øll kundu upplivað ein ógloymandi dag her úti á Fugloynni. Eg fari áðrenn eg endi eisini at bera fram eina serstaka tøkk til tykkum sum enn búleikast her úti á Kirkju og í Hattarvík. Tað tit klára, hóast høgan aldur, er fyrimindarligt – mín vón er at tað skjótt fer at venda og fleiri fara at flyta út aftur so oyggin verður manna. Eg takki fyri og ynksi øllum eitt framhaldandi gott summar, takk fyri.
Jákup Mikkelsen




