Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit skulu tryggja næmingunum orðabøkur

John William Joensen

– Vit eiga at tryggja skúlanæmingum atgongd til talgiltu orðabøkurnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

– Vit eiga at tryggja skúlanæmingum atgongd til talgiltu orðabøkurnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Kommunurnar eiga at tryggja næmingunum í fólkaskúlanum atgongd til talgiltu orðabøkurnar frá Sprotanum, nú landið ikki longur við gjalda fyri tænastuna.

Tað heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Um dagarnar kom fram, at Mentamálaráðið noktar at halda fram við at gjalda forlagnum Sprotanum fyri, at fólkaskúlanæmingar kring landið kunnu hava atgongd til orðabøkurnar á internetinum. Tí fer galdandi skipan úr gildi á nýggjárinum.

– Tað er sera óheppið, at landið svíkur sína skyldu, men tað skal ikki ganga út yvir næmingarnar í fólkaskúlanum. Tí mugu kommunurnar taka um endan. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað mugu vit gera aftur nú, sigur Jógvan Skorheim.

– Orðabøkur eru ein týðandi partur av undirvísingini og menningini av føroyska málinum, og tí kunnu næmingarnir ikki missa atgongdina til orðabøkurnar á netinum, sigur hann.

Jógvan Skorheim sigur, at kemur málið um orðabøkurnar til viðgerðar í Kommunufelagnum, fer Klaksvíkar kommuna at stuðla einum uppskoti um, at kommunurnar í felag yvirtaka gjaldið fyri talgiltu orðabøkurnar.

Átaka kommunurnar í felag sær ikki kostnaðin fyri orðabøkurnar, fer Klaksvíkar kommuna at tryggja næmingunum í sínum fólkaskúlum atgongd til talgiltuorðabøkurnar við einari serstakari avtalu við Sprotan.