Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit sluppu bara væl undan stormunum á jólum

Oliver Joensen

Tað sigur Hans Pauli Purkhús í stuttari samrøðu í dag. Norðýsið var ein túr í Kunoy við myndatólinum sunnudagi. 

Tað var av allar ringasta veðri, sigur Hans Pauli, men eg haldi at bygdin er sloppin hampuliga væl undan. Tó fóru ikki so fáir rútar, orsøkin var í flestu førum helst grús og smágrót, ið feyk av vegum og túnum. Gamli Árnastovuhjallurin hoknaði og ein arbeiðsskúrur, ið stóð á parkeringsplássinum við omankoyringina til lendingina fór ígjøgnum forðingina har og endaði í grótkastinum niðanfyri kirkjuna.

Í Kunoy er útsynningur vestan ringasta ætt og ofta henda skaðar tá hann snarðar tann vegin og fer uppum, tá hann er útsynningur vestan og hart veður er, er ringast her í Kunoy, tá koma hvirlirnar oman úr fjøllunum, segði Hans Pauli Purkhús.