Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Vit spæla í heilt hvør síni deild

Jóhann Lützen

Politikararnir eiga at stuðla teimum meira, sum ynskja framburð innan fiskivinnuna, og sum vilja menna nakað nýtt. Tí politiski viljin satsar meira uppá tað siðbundna, heldur Johannes Martin Olsen, sum á Fiskivinnutinginum á Torradøgum ikki duldi fyri, at hann kundi ynskt sær at spælt á hægri niveau í føroysku fiskivinnuni, eitt nú á sama stigi sum JFK, Kósin og Hanus Hansen.

 

 

Johannes Martin Olsen og Hans Marius í Byrgi stovnaðu í 2007 Sjógæti, sum fæst við at virka og menna fiskavørur. Teir løgdu seg frá byrjan eftir at gera nakað øðrvísi innan føroyska fiskivinnu, tí teir hildu tað ikki vera rætt, at tað skuldi vera so trupult hjá føroyingum, við teirri atgongd, teir hava, at fáa fatur í tí serliga góða fiskinum og fiskavørunum.

Til tey, sum ikki vita, hvat Sjógæti er, so eru tað teir, sum m.a. hava Fisk & Chips-bilin, sum koyrir kring landið, og sum hava gjørt vælkenda kalvasalatið.

Hann tók fram, at JFK og Kósin – sum dømi –, sum takast við ta mest traditionellu fiskivinnuna, fáa sera mong tons “floymandi inn”, sum hann málbar seg, og sum útflyta nógv tað mesta, meðan Sjógæti bara fær nøkur fá kilo, sum primért fara til føroyingar. Tá ber ikki til at tosa um sama niveau, og Sjógæti er eisini steðgað við pørtum av sínum virksemi, tí tað loysir seg ikki við so lítlari nøgd. Men teir trúgva uppá tað, tí føroyski fiskurin er í heimsflokki, segði Johannes Martin Olsen, og heitti á Fiskivinnutinginum á politikarar um at satsa meira uppá innovatión og menning.  

Fiskivinnutingið á Torradøgum kann síggjast á https://www.youtube.com/watch?v=oJw1AL_qa2U&t=1s .

Harleywoodpaint