Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit taka frástøðu

<br>Elsa Maria & Pól Niklái

Í tíðindunum á middegi í gjár, førdi borgarstjórin í Sunda Kommunu fram, at eitt samt býráð, tekur undir við at stevna Mentamálaráðið.

Hetta er í samband við handfaringina av skúlamálinum í kommununi.

Soleiðis, sum tað varð ført fram í útvarpssamrøðuni, so er tað eitt núverandi einmælt býráð, ið tekur undir við hesi avgerð. Hesum vilja vit staðiliga vísa aftur. Núverandi býráð hevur als ikki viðgjørt málið.

Undirritaðu vilja staðiliga vísa aftur, at taka undir við hesum framferðarhátti, sum er at stevna Mentamálaráðið.

Vit meta at hetta ikki er rætti arbeiðs- og framferðarháttur.

Vit taka frástøðu, frá øllum tí, sum borgarstjórin førdi fram í útvarpssamrøðuni.

Kommunustýrislimir í Sunda Kommunu


Elsa Maria Magnusardóttir Olsen & Pól Niklái Thorkildshøj

Harleyfacadeacryl