Tað sigur Eyðstein Poulsen sum saman við bróðrinum Hjáltur Poulsen eigur Ågot og sum fyri kortum gjørdu stórar íløgur í frystarí og løgdu um frá línu til garnaveiðu. 2013 hevur verið eitt gott ár, og hóast stóru íløgurnar framvegis eru tyngjandi so gongur rættan vegin og baði fiskiskapur og prísurin á svartkalva hevur verið góður.

– Tað var eitt tungt tak fyri eina lítla fyritøku sum okkara tá vit gjørdu íløgu í frystarí og síðani løgdu um frá línu til gørn.
– Men fiskiskapurin eftir svartkalva hevur roynst væl og prísurin liggur meira støðugt um 29 til 30 kr. pr. kg. so hóast íløgurnar framvegis tyngja so gongur rætta vegin og vit hava gott og stabilt fólk – og eru vanliga 8 til 9 mans við hvønn túrin.
– Í fjør valdu vit ikki at taka av tilboðnum at fara á Flemich Kap, tí vit mettu at prísurin var ov lágur, men í ár ætla vit at gera ein roynd og í heila tikið meta vit at tað er umráðandi at vit alla tíðina hava fleiri møguleikar at veiða á øðrum leiðum enn bara undir Føroyum, sigur Eyðstein Poulsen sum er reiðari meðan beiggin Hjaltur Poulsen er skipari á Ågot.