Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit vera klárir at taka ímóti ídag

Oliver Joensen

Ulf Hansen og Leif-Tore Tømmerås, formenn hjá NCC eru um at vera klárir at taka ímóti norðoyingum til fyrstu spreingingina ídag.
Sprongt verður kl. 15 og aftaná verður móttøka í høllini hjá Kl. Timburhandli, sum NCC hevur leigað seg inn í.

Leif-Tore Tømmerås greiðir okkum frá ímorgun at teir eru spentir uppá at sleppa ígongd. Seinastu tíðina hava tey, sum hava búð nærindis merkt eitt sindur til spreingingarnar í gjørdar eru ísamband við fyrireikingingarnar til inntakið.
Men tá sprongt verður fyri sjálvum tunnlinum verður ikki so nógv at merkja. Um hvussu sprongt verður, sigur hann, at nógvar seismiskar kanningar eru gjørdar av havbotninum. Men tá talan er um Háfjall vita vit ikki so ógvuliga nógv, hóast vit hava ávísa geologiska vitan. Tí bora vit fyrst fýra hol, sum eru einar 35 til 37 metrar long í hvør sínum horni. Kemur onki vatn, so verður borað fyri spreingiholunum. lagdar verða einar 110 til 130 "smáar" løðingar hvørjaferð og tí skuldu fólk kring økið ikki merkt nakað serligt til tá sprongt verður.
Um vatn kemur úr teim djúpu holunum, so verður sement sproyta í til tætt er og síðani verður borað spreingihol og sprongt. Vit rokna við at koma einar 50 metrar inn í fjallið um vikuna.
Annars eru vit klárir at taka ímóti norðoyingum til hátíðarløtuna ídag, og teir skulu fáa ein góðan kaffimunn frá okkum, øll sum koma og øll eru sjálvsagt vælkomin.