Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: AB

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: 1. Sorin Anghel (6) 2. Hørður M. Mohr (3)

Flest upplegg: 1. Jónas Stenberg (3) 2. Høðrur M. Mohr, Bárður Olsen, Beinir Ellefsen og Jógvan Andrias Nolsøe (allir 2)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 4

Norðlýsið væntaði nógv (nummar 5) av AB, men tær vónirnar hava argjamenn ikki liva upp til. AB var millum sterkastu liðini í Effodeildini í fjør, men tað hevur verið ov nógvur ófriður kring AB hópin í ár og tí hava fortreytirnar ikki verið tær bestu. AB hevur skift venjara, skift málverja og nú eisini skift álopsleikara. Tá so Moren Overgaard als ikki hevur spælt og Jóan Símun Edmundsson antin var skaddur ella ov ofta var eitt vónbrot, so blívur tað ikki lætt.

Besti leikari í fyrru hálvu: Sorin Anghel

Sorin er greiður toppskjútti og hevur skift upplegg leiklutin í fjør út við málskjúttara leiklut. Hann hevur eisini oftari hava meira álopskendan leiklut. Á AB liðnum eru fá onnur boð til hendan heiðurin, so AB toppskjúttin er uttan iva besti leikarin fyrstu 15 umførini.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Aleksandrs Cekulajevs

Her taka vit ein kjans, tí hesin leikarin hevur ongan dyst leikt í Effodeildini og vit hava ikki sæð hann í dysti í Føroyum enn. Nýggi AB álopsleikarin hevur eitt sannførandi CV og samstundis hava argjamenn havt hann til royndarvenjing í eina tíð. Teir hava verið so nøgdir, at áttmáli er undirskrivaður. AB liðnum tørvar ein leikara, sum passar betri til AB og skjýtur fleiri mál enn hvat Jóan Símun Edmundsson gjørdi.

Hvar liggur liðið í løtuni: 8

Stigatal og málmunur: 13 stig og málmunin 16-36

Deyðbóltar: Skorað uppá 6 (38%) deyðbóltsstøður og latið 14 mál (39%) inn uppá deyðbóltsstøður

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 5

Norðlýsið tippar nú: Nummar 8

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

AB hugsar helst bara um at sleppa undan niðurflyting í løtuni og har eru 4 stig at geva út av. AB hevur eisini ”lættari” skrá eftir enn eitt nú B68. 6 dystir eru eftir á Argjum og vinnur AB 3-4 av teimum samstundis sum teir vinna 1-2 dystir á útivølli, eins og fyri summarsteðgin, so fer tað at eydnast at bjarga sær sætið í deildini. Men lykilin til hetta er, at AB fær skil uppá verjupartin, tí AB er liðið, sum hevur latið flest mál inn higartil.