Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: Víkingur

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: 1. Finnur Justinussen (9) 2. Súni Olsen (7)

Flest upplegg: Finnur Justinussen og Hallur Hansson (báðir 5)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 9

Víkingur tapti teir báðar fyrstu dystirnar í landskappingini, men megnaði so at reisa seg. Tað vísir styrki. Samstundis er liðið komið í steypafinaluna, umframt at liðið kom til 3. umfar í Europa League. Samlað sæð ger hetta kappingarárið hjá Víkingi til væl meira enn góðkent higartil. Tað einasta sum telir niður er, at Víkingur er úti av FM stríðnum.

Besti leikari í fyrru hálvu: Súni Olsen

Súni hevur størsta partin av fyrru hálvu verið framúr. Serliga eftir at hann bleiv fluttur fram á miðvøllin, sum er hansara natúrliga pláss. Hann hevur eisini bæði skorað mál og lagt upp samstundis sum hann bindur liðið saman.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Hallur Hansson

Fyrstu umførini var Hallur millum størstu ”floppini” í Effodeildini. Men seinastu umførini áðrenn steðgin kom hann í gongd og hevur arbeitt seg upp á serliga upplegg listanum. Avrikini í Europa í summar benda eisini á, at vit koma at síggja eina nógv betri útgávu av Halli eftir summarsteðgin, um hann verður frískur frá skaðum allar dystirnar.

Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 3

Stigatal og málmunur: 26 stig og málmunin 29-16

Deyðbóltar: Skorað uppá 10 deyðbóltsstøður (34%) og latið 9 mál (56%) inn uppá deyðbóltsstøður.

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 3

Norðlýsið tippar nú: Nummar 3

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

Víkingur hevur eina harða skrá eftir summarsteðgin við nógvum dystum. Steypafinala, Europa League dystur í Kroatia og útsettir dystir. Tað verður ein avbjóðing, at halda geistinum uppi allar dystirnar. Men hópurin hevur nú eina breidd, sum hann ikki hevur havt í fyrru hálvu. Fram til steypafinaluna plagar liðið at avrika, men vinnur Víkingur steypafinaluna, sum teir eisini hava gjørt seinastu tvey árini, so dala avrikini nógv eftir tað. Kanska kunnu leikarar sum Súni Olsen, Hallur Hansson og Andreas Lava Olsen, sum ikki hava spælt við hesi seinastu árini, hjálpa uppá at koyra á til seinastu dystirnar.