Hesa fyrstu tíðina sum nýggjur sosialnevndarformaður havi eg vitjað stovnar og sett meg inn í málsøkið – higartil eru nøkur tiltøk framd, og fyri framman liggur ein spennandi tíð, har vit vilja røkka fleiri týðandi málum.
Hesa fyrstu tíðina sum nýggjur sosialnevndarformaður havi eg vitjað stovnar og sett meg inn í málsøkið – higartil eru nøkur tiltøk framd, og fyri framman liggur ein spennandi tíð, har vit vilja røkka fleiri týðandi málum.
Eftir fyrstu mánaðirnar sum formaður í Sosialu Nevnd, kann eg staðfesta, at talan er um eitt stórt og umfatandi málsøki, sum hevur stóra ávirkan á trivnað og vælveru hjá borgarum okkara. Vit eru ógvuliga heppin at hava dugnalig og eldhugað starvsfólk, sum veruliga vilja og gera mun fyri trivnaðin hjá okkara borgarum.
Kortlegging av málsøkinum
Sosiala Nevnd, sum eg havi fingið høvi at vera formaður fyri, er – umframt meg sjálvan – mannað við Steinbjørn O. Jacobsen, næstformanni, Signhild V. Joensen, Eyðstein Ó. Poulsen og Herfrí Sørensen.
Eitt tað fyrsta, vit gjørdu, var at fáa eitt yvirlit yvir tær tænastur og deildir, sum Sosiala Nevnd varðar av, harav eg her skal nevna hesar:
Øki, sum kommunan hevur ábyrgd av: *barnaansing, *barnavernd, *ungdómur, *námsfrøðilig ráðgeving/sernám, *serstova, *barnatannarøkt, *serflutningur.
Øki, sum landið hevur ábyrgd av, og har kommunan eisini hevur ein leiklut: *barna- og skúlaheilsuskipan, *eldraøkið, *kommunulæknar og sjúkrarøktarfrøðingur, *bústaðir til lesandi, familjur, eldri og serligan tørv.
Málsøki, sum kommunan hevur ábyrgd av:
Hølisdagføringar á dagstovnum
og víðkan av frítíðarskúlanum
Eitt av stóru málsøkjunum hjá Sosialu Nevnd er barnaansingin, sum fevnir um fleiri dagstovnar, dagrøkt og frítíðarskúla. Her uppliva vit sum nevnd tað hugaliga, at stovnsleiðslurnar brenna fyri at betra um sínar stovnar, bæði innihaldsliga og eisini fysisku karmarnar. Í vár hevur nevndin samtykt at játta pening til nakrar ábøtur og dagføringar av hølis- og garðviðurskiftum hjá onkrum stovnum.
Fyri stuttum gjørdist greitt, at eisini frítíðarskúlin Snjallabjalla hevur tørv á víðkaðum karmum fyri at kunna nøkta tann støðugt økta tørvin á plássum. Her hevur Sosiala Nevnd á seinasta fundi samtykt at taka neyðug stig, so pláss verður fyri øllum umsøkjarum.
Barnapolitikkur skal orðast
Við jørðildi í teimum mongu dugnaligu starvsfólkunum, sum kommunan hevur innan barnaansingarøkið, ynskir Sosiala Nevnd at orða ein barnapolitikk.
Í heyst verður ein arbeiðsbólkur settur at gera uppskot til barnapolitikk hjá Klaksvíkar Kommunu. Í løtuni verður arbeitt við at orða eina arbeiðssetning til arbeiðsbólkin.
Klaksvíkar Kommuna skal
fjølga um barnafamiljurnar
Eitt av grundleggjandi málunum, ið vit sum sitandi býráðsmeiriluti hava sett okkum fyri, er, at Klaksvíkar Kommuna skal fjølga um barnafamiljurnar, soleiðis at tað verður enn meira attraktivt hjá familjum við børnum at búseta seg her í kommununi.
Hetta inniber, at Klaksvíkar Kommuna setur í verk eina munandi størri lækking av foreldragjaldinum yvir tey komandi 4 árini á samanlagt 35%. Harumframt verður systkinaavslátturin øktur úr 20% upp í 25%
Sum hetta tiltak vísir, arbeiða vit miðvíst og ítøkiliga fyri at lætta og betra um umstøðurnar og fortreytirnar hjá barnafamiljum her í Klaksvíkar Kommunu.
Ein kommuna fyri øll –
eisini børn við sertørvi
Sambært § 5 í Dagstovnalógini hava allar kommunur skyldu til at veita børnum við serligum tørvi tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn í kommununi, nøktandi hølisumstøður og nøktandi námsfrøðilig tilboð.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) hevur til uppgávu at røkja hesa seinast nevndu uppgávuna, at tryggja nøktandi námsfrøðilig tilboð til børn við serligum tørvi, sum eru í aldrinum 0-9 ár, tvs. at menna og styrkja læringina og menningina hjá børnunum í kommununum við at ráðgeva børnum og familjum teirra, sum eru fevnd av grein 5 í dagstovnalógini, og syrgja fyri, at tann røttu tiltøkini verða sett í verk.
Her hevur býráðið samtykt at taka eitt ítøkiligt stig at menna og samskipa tænastuna á hesum týðandi øki við at lata upp eina Serstovu nakað eftir summarfrítíðina. Endamálið við Serstovuni er at savna vitan og starvsfólk við góðum førleikum, soleiðis at børn við serligum tørvi kunnu fáa ta best møguligu hjálpina til at mennast. Nýggja Serstovan verður skipað sum partur av Barnahúsinum Margit, sum í næstum fer at lýsa eftir starvsfólkum.
Til tess at útvega hølir til Serstovuna, verður deildin hjá NR og Sernámi flutt úr Barnahúsinum Margit og í onnur høli í býnum, sum kommunan útvegar við leigumáli.
Ein annar partur av hesum sama stevnumiði, at Klaksvíkar Kommuna skal verða fyri øll, er samtykt býráðsins um at deildir og stovnar hjá kommununi, skulu geva starvsmøguleikar fyri fólk við rørslutarni. Eitt mál, sum eg áhaldandi fari at fylgja upp.
Gott samstarv við
grannakommunur
Higartil hevur Klaksvíkar Kommuna verið einsamøll um Námsfrøðiligu Ráðgevingardeildina, men í ár er samstarvsavtala gjørd millum Klaksvíkar og Hvannasunds kommunur, sum nú eru felags um at reka deildina, ið nú fer at veita tænastur til borgararnar í hesum báðum kommununum.
Samstarvið millum kommunurnar her í økinum er fyrimyndarligt á fleiri økjum, og samstørvini gerast alsamt fleiri – til frama fyri tænastuna til borgarar okkara.
Fyri nøkrum árum síðan vórðu kanningar gjørdar av lesiførleikunum hjá næmingum í Norðoyggjum og Eysturoy, og varð ein av niðurstøðunum, at jú fyrr ein byrjar at veita ráðgeving og hjálp til børn fyri at menna fyri hesar førleikar, jú betri verður úrslitið, og júst her hevur Námfrøðiliga Ráðgevingin eina av sínum fremstu uppgávum.
Ungdómsgransking kann
geva týdningarmikla vitan
Sum ein liður í arbeiðinum at orða ein ungdómspolitikk skipaði Sosiala Nevnd í apríl mánað fyri framløgu av áhugaverdum granskingarúrslitum innan ungdómslív, eitt nú ávirkanin av rúsevnum, ítrótti og sambandi við foreldur/vinir. Ísland hevur granskað innan hetta økið síðan 1992, og á várið 2012 var fyrsta føroyska granskingin innan hetta sama økið løgd fram.
Sosiala Nevnd hevur í hyggju at orða ein ungdómspolitikk, og sum eitt stig á leiðini hevur nevndin samtykt at hyggja nærri at hesum møguleika fyri betranum av trivnaðinum millum ungdómin.
Ein annar partur av ungdómsarbeiðnum í kommununi er tiltakið “Ung í Arbeiði”, sum kommunan í summar enn einaferð skipar fyri, har ungdómar í aldrinum 14-17 ár fáa høvi til at arbeiða fyri kommununa í nakrar dagar.
Dagtilhaldið í betri hølir
í nýggja røktarheiminum
Við nýggja røktarheiminum fylgja eisini aðrir møguleikar og fyrimunir, sum hesir nýmótans karmar geva.
Røktarheimið liggur sera væl mitt í býnum, tætt við verandi høli hjá Dagtilhaldinum, sum eru ov trong og tí ikki eru nøktandi til virksemið. Semja er tí um, at arbeiða við at flyta Dagtilhaldið í ein part av felagshølunum í nýggja røktarheiminum, har atkoman verður sera góð, beint inn frá vegnum, til ljós og rúmlig hølir.
Við hesari broyting kann Dagtilhaldið gerast ein savningarstaður, bæði inneftir í nýggja røktarheimið og úteftir til teirra, sum koma útifrá.
Ven og Virka og Smæran
í góðum hølisumstøðum
Eitt av málunum, sum vit í vár hava avsluttað, er liðugtgerð av hølunum í hæddini undir Sambýlinum á Heygnum.
Norðasti parturin er venjingarstøðin Ven og Virka, sum er mannað við fysioterapeutum, og sum er væl
útgjørd við ymsum venjingartólum.
Sunnari á somu hædd eru hølini hjá Smæruni, sum eru virkishølir fyri eldri. Ein sjálvboðin stýrisbólkur varðar av virkseminum í Smæruni. Eitt sera gott og gevandi tiltak, sum higartil hevur havt eitt stórt tal av vitjandi. Eingin ivi er um, at sjálvboðið virksemi fer at fáa alsamt størri týdning fyri møguleikarnar og menningina av tilboðunum innan eldraøkið í framtíðini.
Málsøki, sum landið hevur ábyrgd av, og har kommunan hevur ein leiklut:
Klárt til fyrsta bústaðaprojektið
og aðrar verkætlanir eru ávegis
Ein av fyrstu uppgávununum hjá nývaldu nevndini var at bakka upp um verkætlanina um bústaðir við Mylnutún til fólk við menningartarni og at staðfesta fíggingina av kommununnar parti, sum er niðurtøka av gomlu læknahúsunum har og byggibúning av lendinum til nýggju byggingina.
Byggingin av nýggju bústøðunum fyri menningartarnaði við Mylnutún fer nú í gongd – eitt úrslit av góðum samstarvi millum Almannamálaráðið og kommununa.
Samstundis arbeiðir kommunan miðvíst við øðrum bústaðaverkætlanum, har hugsað verður um fleiri ymiskar málbólkar. Landsmyndugleikarnir hava latið uppgávuna at byggja fjølbroyttar bústaðir til grunnin “Bústaðir”, sum bjóðar nógvar spennandi møguleikar, ið vit sum kommuna ynskja at verða ein partur av.
Eldraøkið verður best
røkt av kommununum
Vit vita av royndum, at tænastan til borgaran hækkar og nærveran styrknar, tá ið borgaravendar tænastur verða fluttar frá landi til kommunur at røkja. Tí eigur at arbeiðast miðvíst við eisini at leggja eldraøkið út til kommunurnar at taka fulla ábyrgd av eftir einum fult nøktandi fíggjarligum leisti.
Vit sóu tað, tá ið kommunurnar tóku alla ábyrgd av barnaansingarøkinum, hvussu bíðilistarnir eftir fáum árum hvurvu, og tilboðini fjøltáttaðust, og nakað tað sama hendi, tá ið barnaverndarøkið varð skipað út frá kommununum.
Sjálvandi skal ábyrgdin og uppgávan av okkara eldru fremjast úti í kommununum, har full ábyrgd skal liggja hjá kommununum. Uppgávan hjá landsstýrinum verður tá at hava eftirlit við, at allar kommunur røkja sínar lógarkravdu skyldur á økinum. Hetta er besti leistur at fáa eldraøkið aftur á beint. Umsiting og røkt skal verða so nær borgaranum sum gjørligt.
Gott samstarv við Almanna-
verk um nýggja røktarheimið
Í hesum døgum er eitt stórt tal av handverkarum í og uttan um nýggja røktarheimið, har arbeitt verður við at leggja síðstu hond á liðugtgerðina av nýggja røktarheiminum.
Leiðslan av Almannaverkinum hevur júst verið á vitjan hjá kommununi at fyrireika upplatingina og nýtsluna av nýggja røktarheiminum í Klaksvík.
Írestandi arbeiðið hjá handverkarunum verður nú avsluttað í juni og juli, og síðan verður byrjað at gera heimið klárt til at lata upp. Seinni verður lýst, nær upplatingardagurin verður.
Vit ynskja eitt dynamiskt og gott samstarv við Almannaverkið, so eldraøkið í Norðoyggjum kann verða samskipað best møguliga, bæði undir verandi bygnaði, har landið hevur ábyrgdina, og eftir at kommunurnar ætlandi hava yvirtikið málsøkið.
Liðugtgerð og útgerð
til Sambýlið á Heygnum
Í vár eru umstøðurnar hjá Sambýlinum á Heygnum eisini bøttar, við tað at goymslurúm, trappuuppgongd og lyfta eru gjørd liðug millum hæddirnar, soleiðis at fólk lættliga kunnu flyta seg millum allar partar av Kráarbrekku uttan at noyðast gjøgnum trappur.
Sambýlið á Heygnum, sum fyri stuttum eisini hátíðarhelt sín 10 ára føðingardag, hevur eisini fingið játtan til eina nýggja tilkalliskipan.
Vit vilja røkka fleiri týðandi málum á trivnaðarøkinum, og nú fyrsta hálvárið nærum er runnið, síggi eg við spenningi fram til at gera mítt besta sum formaður í sosialu nevnd býráðsins.
Klaksvík, á tjóðardegi Íslands 17. juni 2013
Jóhann Lützen




