Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit ynskja at geva øllum børnum bestu møguleikar at mennast

John William Joensen

Vón mín er, at vit í felag kunnu gera okkara til at skapa tað best møguliga umhvørvið til tykkara børn at mennast í, og at hetta skal kunna røkkast í einum góðum samstarvi, segði Jóhann Lützen, tá ið almenn móttøka var í nýggju serstovuni “Perlan”.

Vón mín er, at vit í felag kunnu gera okkara til at skapa tað best møguliga umhvørvið til tykkara børn at mennast í, og at hetta skal kunna røkkast í einum góðum samstarvi, segði Jóhann Lützen, tá ið almenn móttøka var í nýggju serstovuni “Perlan”.

Seinnapartin fríggjadagin 6. desember 2013 var almenn móttøka í Perluni, sum er nýggja serstovan fyri børn við serligum avbjóðingum.

Perlan er partur av Barnahúsinum Margit, og er endamálið við Perluni at savna vitan og førleikar á økinum og harvið at menna tilboðið og tænastuna til børnini og familjur teirra.

Perlan byrjaði virksemið sítt fyri stuttum, og fríggjadagin var almenn móttøka, har Ann Mari Kjølbro, leiðari í Barnahúsinum Margit, beyð vælkomið og segði nøkur orð.

Eisini bóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, fram heilsanir, og børn sungu eisini tveir jólasangir, áðrenn Ann Mari Kjølbro bjóðaði gestunum kaffi og at síggja hølisumstøðurnar.

Vit endurgeva her røðuna, sum Jóhann Lützen helt:

Kommunan ábyrgd av málsøkinum

Góðan dag, øll somul. Sambært dagstovnalógini hevur kommunan ábyrgd av bjóða teimum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt samsvarandi lógini.

Víðari stendur í grein 5, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi.

Síðani stendur, attil børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.

Tiltakið, sum vit í dag alment taka í nýtslu, er ein liður í arbeiðnum hjá kommununi at lúka hasi lógarkrøvini.

Tað er Trivnaðarnevndin Børn og Ung, sum vegna býráðið varðar av hesum málsøkinum, og eg havi fingið tann framíhjárætt at vera formaður í hesari nevndini.

Perlan byggir á tilmæli frá fakfólki

Vitanin og innlitið hjá okkum, politikarum, er mangan sera avmarkað, og tí verða okkara avgerðir ofta bygdar á tilmæli og ráðgeving frá fakfólkum í umsitingini og í hesum førinum í Námsfrøðiligu Ráðgevingini og á dagstovnum okkara.

Henda serstova, sum hevur fingið tað vakra navnið “Perlan”, er sett á stovn eftir tilmæli frá einum ráðgevandi bólki, sum hevur til uppgávu at geva umsitingini og býráðspolitikarum ráð og uppskot um, hvussu barnaansingarøkið best verður skipað.

Tey, sum manna hendan ráðgevandi bólkin, eru: *Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari, *Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur á Trivnaðardeildini, *Jórun Niclasen, leiðari fyri Námsfrøðiligu Ráðgevingina, *Maja Højsted, námsfrøðingur og leiðari fyri dagstovnin Mylnuhúsið, *Súsanna Ziska, námsfrøðingur, *John Færø, trivnaðarstjóri, og eisini hevur *Tonja Ziskason, toymisleiðari børn og ung, verið limur í bólkinum.

Eg vil her nýta høvið at takka tykkum, sum manna hendan bólkin, fyri tykkara arbeiði og fyri tilmælið, sum henda stova “Perlan” er eitt úrslit av.

Skapa grundarlag fyri menning

Ein veit ongantíð frammanundan, hvussu eitt nýtt tilboð fer at roynast í verki, men við støði í tí vitan, sum fakfólkini á økinum hava, og teimum dugnaligu starvsfólkum, sum her arbeiða, hava vit grund til at hava góðar vónir um, at kommunan við hesum gevur teimum børnum, sum her koma, eitt enn betri grundarlag at byggja á í menning teirra.

Vit mugu ikki gloyma, at alt hetta fyrst og fremst snýr seg um tey børnini, sum her koma, og sum hava ein ella annan serligan tørv, og eg vil so inniliga ynskja tykkum her á stovuni og her í Barnahúsinum Margit bestu eydnu, hegni og handalag í týðandi arbeiði tykkara.

Eisini vil eg bera tykkum, foreldrum, eina heilsan.

Vón mín er, at vit í felag kunnu gera okkara til at skapa tað best møguliga umhvørvið til tykkara børn at mennast í, og at hetta skal kunna røkkast í einum góðum samstarvi tykkara millum og okkara millum.

Vónin er, at okkara barnaansingarskipan, Barnahúsið Margit og ikki minst Perlan skal verða tann best møguligi karmurin til at kunna røkka hesum endamáli.

Ein liður í einum størri arbeiði

Vit ynskja at Klaksvíkar Kommuna skal verða fyri øll, og har fólk liva lið um lið í felagsskapi. Vit skulu koma hvørjum øðrum við. Børn og ung skulu kenna seg sum partar av hesum felagsskapi, tí hetta elur fram kensluna hjá børnum og ungum at hava týdning, og gerast tey tá aktivir partar av felagsskapinum.

“Perlan” er ein partur av arbeiði og skyldu okkara at geva teimum, sum hava serligan tørv, umstøður, grundarlag og stimbran til at mennast mest møguliga.

Men okkara arbeiði og stremban endar ikki her – vit mugu hugsa víðari um at menna tilboðini á hesum týðandi øki.

Sum børnini vaksa, so fara tey at fáa tørv á víðari menning á øðrum stovnum og skúlum.

Hesum ynskja vit at arbeiða víðari við, men í dag eru vit savnaði at gleðast um hetta tiltakið, sum eisini er eitt týðandi stig á leiðini at skapa nøktandi tilboð til allar okkara borgarar.

Við hesum orðum vil eg ynskja okkum øllum tillukku við “Perluni”, hesum nýggja tilboði, sum vónandi verður til menning fyri børnini og gleði fyri familjur og avvarðandi teirra.

Hjartaliga tillukku – og bestu eydnu vil eg ynskja tykkum í leiðsluni her í Barnahúsinum Margit og tykkum, starvsfólkum, her í “Perluni”. Takk fyri