Í dag er hátíðardagur í Klaksvík nú Norðlýsið – viti norðoyinga – kann hátíðarhalda sín eitthundrað ára stovningardag.
Í dag er hátíðardagur í Klaksvík nú Norðlýsið – viti norðoyinga – kann hátíðarhalda sín eitthundrað ára stovningardag.
Nú tað ikki ber mær til at verða hjástaddur í Klaksvík í dag, vil eg við hesum nýta høvi at ynskja okkum øllum, ið varða av Norðlýsinum hjartaliga tillukku við merkisdegnum. Hugsi at vit øll, ið eru borðin í heim í Norðoyggjum og sum arbeiða út frá hesum býi, eru sera góð við Norðlýsið, og har Norðlýsið er okkara miðil.
Tað er neyvan dagur, har vit ikki fara inn á Norðlýsið á netinum, og dagføra okkum við tað seinasta nýggja úr Klaksvík. Ikki nokk við tí, her fáa vit eisini tað, tey í høvuðsstaðnum meta vera heilt skeiva sjónarvinkulin uppá politisk og bygnaðarlig viðurskifti í hesum landi.
Nei alt skal ikki liggja í Havn og alt skal ikki verða stýrt úr Havnini. Tað heldur Norðlýsið, og tað halda vit sjálvsagt eisini. Nógv eru málini, ið hava fingið neyðuga vend suðuri á landi, eftir at Norðlýsið hevur lýst og greinað tað, so øll kunnu síggja, at tað altíð loysir seg at síggja tingini úr ymiskum sjónarhornum, sestakliga teirra, ið koma úr norði.
Tað er merkisvert og skapar djúpa virðing, at tað í tíðum har so at siga flestu siðbornu miðlar hava verið noyddir at leggja kongin, at Norðlýsið hevur staðið royndina, og í dag kann hátíðarhalda henda merkisdag.
Eg eri sannførdur um, at serstakliga ein avgerð hevur verið týðandi í hesum sambandi. Hetta er, at blaðstjórin Oliver Joensen fyri skjótt mongum árum síðani tók tað avgerð, at fara at arbeiða fulla tíð við Norðlýsinum, og gera verk til sítt lívsstarv.
Hetta saman við at hann øll hesi árini hevur trúð fult og fast uppá blaðsins avgerandi leiklut, eisini tá nógv hevur staðið á, og har tað altíð í verki hevur verið samlag millum tað, ið varð sagt, og tað, sum varð gjørt, eisini við nýggja stjóranum John William, er lykilin til at Norðlýsið í dag kann halda stóran hátíðardag.
At tora at trúgva uppá eitt hugskot og eina ætlan krevur eisini av tær, at tú mást tola at onnur hava viðmerkingar um tað tú gert. Tit báðir feðgarnir John William og Oliver hava veruliga dugað at sæð hetta sum viðmerkingar, har tit hava tikið tað besta burturúr, hava nýtt tað, og hava so latið alt hitt ligið.
Vit norðoyingar eiga til fulnar at virðismeta tann leiklut, Norðlýsið hevur havt og fremvegis hevur, fyri okkara lokala samleika, og vit eiga eisini at hava í huga, at Norðlýsið fyllir eitthundrað áðrenn ein onnur av okkara stoltu fyritøkum Norðoya Sparikassi. Óivað hava fólk fingið íblástur av nýggja blaðnum, sum kom í 1915, til fýra ár seinni at seta á stovn okkara egna peningastovn í Norðoyggjum.
Ítrótturin hevur altíð fylt nógv á Norðlýsinum, og ger tað framvegis. Havi sjálvur í nøkur ár verið ítróttarskrivari á Norðlýsinum. Eisini tá fyri tríati árum síðani, var lívið sum fótbóltsfjeppari stundum baldrut. Flestu dómarar vóru úr Havn, og mangan hildu vit at teir høvdu skuldina av, at KÍ misti týdningarmikil stig. Og so var tað HB, sum tá eins og nú hevði hetta serstaka hepnið, altíð at fáa eitt heppið mál í dystinum hóast einki spæl!
Tá var einki net, so neyvu greiningarnar komu ikki fyrr enn hóskvøld, so góð tíð var at viðgerða dystirnar. Á Norðlýsinum ber væl til at fylgja gongdini hjá KÍ, og her fáa vit tær allarbestu greiningarnar. Okkara lokalu fótbóltstíðindi verða borðin okkum uttan nakað roks, gongst væl hjá KÍ so vita vit tað næstan áðrenn dysturin er vunnin. Hevur gingið minni gott, so verða vit vard móti óbehagiligum tíðindum, har vit so kunnu lesa tað seinni í vikuni, tá vónin um at vinna næsta dyst er komin aftur.
Tá ein hevur roynt at sitið sum stjóri á einari av stóru fyritøkunum í Klaksvík, og seinni eisini roynt júst hesa vinnugrein, tit dagliga strevast í, kennir ein til fulnar at tað tíðum kann gerast baldrut, tá okkurt er, ið kundi verið gjørt betur. Haldi at Norðlýsið hevur dugað serstakliga væl at havt javnvág í at arbeiða sum lokalblað, hava rætta vinkulin uppá landspolitikk og vinnulív, og at hava sína egnu hugsan, eisini tá tað onkuntíð gongur ímóti ávísum áhugamálum hjá øðrum.
Við virðing og teimum bestu ynskjum fyri framtíð tykkara á Norðlýsinum verður ynskt tykkum Oliver, John William og Hannefíu saman við øllum tykkara hjartaliga tillukku við at fyritøkan gerst eitthundrað ár. Mín vón og ynski er, at tað má gangast tykkum og Norðlýsinum gott í tíðini, sum kemur – so fer tað eisini at ganga Klaksvíkini og Norðoyggjum gott!
Eyðfinn Reyðberg




