Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitjaðu føroysku útróðrarvíkirnar í Grønlandi

Danial Viðoy

Jørgen Niclasen, eldri beiggi hansara, børnini og Magni Laksafoss vitjaðu føroysku útróðrarvíkirnar í Grønlandi herfyri. – Hálv- og heilniðurdotnir skúrar møttu okkum allastaðni, men har angaði av lívið, áræði og treysti, lýsir Jørgen Niclasen m.a. serstaka upplivilsi. Myndir.

Jørgen Niclasen, eldri beiggi hansara, børnini og Magni Laksafoss vitjaðu føroysku útróðrarvíkirnar í Grønlandi herfyri. – Hálv- og heilniðurdotnir skúrar møttu okkum allastaðni, men har angaði av lívið, áræði og treysti, lýsir Jørgen Niclasen m.a. serstaka upplivilsi.

Á Facebook skrivar Jørgen soleiðis:

“Við sorgbídni og stoltleika hava vit vitja føroysku útróðrarvíkirnar í Grønlandi. Hálv- og heilniðurdotnir skúrar møttu okkum allastaðni, men har angaði av lívið, áræði og treysti.

Við fiskaloysi undir Føroyum, høvdu menn áræði at byggja bátar, ogna sær útgerð, brennievni, salt, kol og proviant til hálvt ár og so eisini tilfar til skúrar. Við dampara til oyðuna í Grønlandi, upp á land at byggja skúr og royna eydnuna at breyðføða familju sína og okkum onnur. Sannar hetjur í mínum eygum.

So við og við vuksu upp føroyskar bygdir fram við vesturstrond Grønlands. Umstøðurnar vóru so sum so við smáum óbjálvaðum skúrum. Men angi av stórum áræði og vón var um allar víkirnar. Her myndir av útróðrarvíkum í Borgshavn, Ravns Stóroyggj og Grátifjørðinum.”

Jørgen Niclasen legði eina rúgvu av myndum út, sum kunnu síggjast HER.