Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitjan løgmanns í Russlandi givið konkret úrslit

John William Joensen

Ivan Eginsson Eysturland, sum er serfrøðingur í russiskum viðurskiftum og sum er staddur í Moskva sigur at ferðin hjá Løgmanni til Moskva hevur givið konkret úrslit.

Ivan Eginsson Eysturland, sum er serfrøðingur í russiskum viðurskiftum og sum er staddur í Moskva sigur at ferðin hjá Løgmanni til Moskva hevur givið konkret úrslit.

– Løgmaður fór til Moskva við einum fyri eyga, nevniliga fyri at tryggja føroysk handilsáhugamál í Russlandi í framtíðini. Tað var sera skilagott at hann, vegna Føroyar, valdi ikki at taka nakra síðu í einari konflikt, sum Føroyar einki hava at gera við ella skula sagt um.

Úrslitini av vitjan hansara síggjast nú allastaðni á teimum russisku matvøruhyllunum – og vónandi eisini í føroyska búskapinum.

– Eg kann bara staðfesta at føroyskur fiskur er allastaðni í teimum stóru handilsketunum – og fleiri av mínum vinum og kenningum staðfesta tað sama. Eg tók sjálvur myndina omanfyri fyrradagin og á skeltinum stendur “laksur/Føroyar”, sigur Ivan Eginsson úr Moskva fyri løtu síðan.