sigur Todi Jónsson, sum eisini rósar Ova Nysted, sum ein framúr góðan leikara.
– Vit eru sjálvandi sera skuffaðir yvir at vit vístu so lítið og at vit taptu móti KÍ.
– Vit høvdu ikki rætta hugburðin og tí høvdu vit eisini uppiborið tapið.
– Eg ivist heldur ikki í at fleiri av leikarunum høvdu undirmett KÍ, men tað tekur einki burtur frá avrikinum hjá KÍ.
– KÍ vann sannførandi 2-0 á Esbjerg og somuleiðis 1-0 á okkum og tí er trupult at síggja samanhang millum hesi úrslitini og støðuna hjá KÍ í landskappingini.
KÍ hevur eitt gott lið
Todi sigur at tað er eingin ivi um at KÍ hevur eitt gott lið.
– Serliga haldið eg at Ovi Nysted skarar framúr, og verjan sum heild leikti sera væl. KÍ eigur nógvar góðar leikarar og so er bara at vóna at teir eisini fara at sýna sama ágrítni í seinru hálvu í landskappingini.
Sera takksamur
Todi var sera takksamur um heiðurin, sum var sýndur honum á lítlari samkomu í KÍ-høllini eftir dystin.
– Eg hevði ikki roknað við at nakað hóastak fór at vera gjørt burtur úr mær.
– Eg eri sera takksamur fyri tann heiður sum Býráði, Norðlýsið og KÍ vístu mær og fyri meg kendist tað ógvuliga stórt.
Tá vit tosaðu vit Toda seinrapartin í dag, var hann saman við FCK hópinum á veg umborð á Norðlýsið. Teir skuldi ein túr í Nólsoyarfjørð at fiska.




