Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitnisfrágreiðingingar sáa iva um páhald hjá Suna Merkistein

John William Joensen

Í samband við at Klaksvíkar Ítróttarfelag gav út 2. bind í nýggjari bókarøð um KÍ-søguna, staðfestur rithøvundurin Árni Dahl, at tað sum Suni Merkisstein førdi fram í føroyskari sjónvarpssending í 2011 um 66-liðið hjá KÍ um hin tiltikna tilburðurin í avgerandi dystinum millum KÍ og HB um føroyameistaraheitið 1971, er skeivt.

Í samband við at Klaksvíkar Ítróttarfelag gav út 2. bind í nýggjari bókarøð um KÍ-søguna, staðfestur rithøvundurin Árni Dahl, at tað sum Suni Merkisstein førdi fram í føroyskari sjónvarpssending í 2011 um 66-liðið hjá KÍ um hin tiltikna tilburðurin í avgerandi dystinum millum KÍ og HB um føroyameistaraheitið 1971, er skeivt.

Árni Dahl skrivar: ….Heilt vist er tað, at tann støðan, ið víst varð á heysti 2011 í sjónvarpssending um 66-liðið, ikki var umrødda støðan beint undan kolldømingini……

Hetta hevur eftirfylgjandi fingið øði í Suna Merkistein sum sjálvur annar gjørdi umrøddu sjónvarpsendingina og vísir hann niðurstøðuni hjá Árna Dahl aftur meðan hann grundgevur við at samanbera hendingina við útvarping.

Onga viðmerking

Norðlýsið hevur tosað við Árna Dahl um viðmerking til tað Suni Merkistein førir fram, men Árni sigur seg ongan áhugað hava í at fara út í eitt blaðkjak tí at hann er sannførdur um at tað er rætt  sum hann er skrivaður í søgu KÍ’s.

Suni Merkistein skrivar m.a. at teir fingu hendur á eini filmsupptøku hjá Milson Zachariassen sum er frá áðurnevnda dysti í Klaksvík 29. august 1971. Í alt mundu einir tjúgu minuttir frá hesum dysti verða tiknir upp.

…..Undir arbeiðinum til hesa sending, varnaðust vit, at alt uppspælið til kolldømda KÍ-málið er við á hesari upptøku. Samanbresturin millum KÍ-spælara og HB-málmannin, sum fekk dómara og linjuverja at ógilda málið, er við, men bólturin sæst kortini ikki fara í mál, tí upptøkumaðurin sløkkir í somu stund, at bólturin støkkur niður í vøllin beint fyri málinum…..

Samstundis viðgongur Suni at teir hava brúkt dramafiktión:

…. Til tess at lýsa ónøgdina um kolldømda málið, at brúka dramafiktión sum hevur valdað í so nógv ár, funnu vit eitt annað filmsbrot úr seinna hálvleiki, tá ið spælarar á báðum liðum keglast sínamillum og við dómaran….

Filmsbroti víkir ov nógv frá

Norðlýsið hevur skrivað nógv um hesa tiltiknu hending og í samband við landskappingardyst ímillum KÍ og HB í Klaksvík í 2002 gjørdu vit samrøðu við høvuðspersónarnar sjálvar – baði HB málverjan og KÍ áleparan umframt kendan HB fjeppara og KÍ fjeppara.

Í filmsbrotinum, sum er nøkur fá sekund, kemur ein long sending og hvørki HB málverjin ella KÍ áleyparin, sum bresta saman, fáa fatur á bóltinum. Bólturin kemur hart niður í vøllin – einaferð – væl aftanfyri málverjan og so endar filmsupptøkan. Vit síggja ikki bóltin fara í málið – og tær myndirnar sum síðani verða vístar av óðum KÍ leikarum og HB leikarum eru kliptar burtur úr øðrum støðum í dystinum.

HB málverjin, Kári Thorsteinsson: (KÍ-Tíðindi NR 5 – 2002)

…. eg hevði góða tíð, fór út í felti og gjørdi meg til reiðar at hoppa upp og taka bóltin. Men tá eg skal seta av kemur Steinbjørn brestandi ímóti mær, fekk knæið í bringuna og slapp ikki uppfrá. Síðani datt eg øvugtur og síggi bóltin detta niður á vøllin og inn ímóti Hendrik Dahl sum stóð á mállinjuni. Dómarin floytar og Hendrik flytur seg og letur bóltin fara um mállinjuna tí eingin vandi var á ferð. Hendrik hevur ofta sagt at hevði hann vitað at so nógv hóvastak skuldi spyrjast burtur úr so skuldi hann bomba bóltan “av Søren og til” í staðin fyri at lata bóltin rulla í málið….

KÍ áleyparin, Steinbjørn Jacobsen: (KÍ-Tíðindi NR 5 – 2002)

…. meðan eg renni geri meg kláran at hedda bóltin á sjálvar 16 metur linjuni …. síggi HB málverjan standa á hálvari leið einar 2-3 metrar frá mær…. eg loypi upp og nikki bóltin sum fer í boga upp um málverjan, við kós móti málinum….. minnist enn hvussu Hendrik Dahl hjá HB roynir at fáa fatur á bóltinum, men bólturin rullar um strikuna…..

HB fjepparin, Finnur Helmsdal; (KÍ-Tíðindi NR 5 – 2002)

….. HB málverjin loypir upp men hann sleppur ikki tí KÍ-leikarin forðar honum. Bólturin fer síðani rullandi inn móti málinum og minnist eg at verjuleikarin Hendrik Dahl hjá HB ikki tímir at taka bóltin tí tað var so opinlýst at málverjin átti fríspark…..

KÍ fjepparin, Jógvan við Keldu: (KÍ-Tíðindi NR 5 – 2002)

… eg stóð við ovara málið og sá seravæl tað sum hendi …. Steinbjørn loypir upp og heddar bóltin upp um HB málverjan og inn í málið …. bólturin ferð inn í málið áðrenn teir báðir málverjin og KÍ arin bresta saman…..

Hesir føra fram at Steinbjørn heddar bóltin og at bólturin ferð rullandi inn í málið meðan ein verjuleikari hjá HB antin letur bóltin fara í málið ella er júst ov seinur til at fáa beint hann burtur.

Árni Dahl hevur rætt

Hesar vitnisfrágreiðingar sum eru í skjalasavninum hjá Norðlýsinum víkja allar grundleggjandi frá tí filmsbrotinum sum var víst í sjónvarpinum. Eingin HB verjuleikari var innanfyri ella hevði møguleika til at verða staddur nærhendis bóltinum tá hann ferð í málið og hvørki KÍ leikarin ella HB málverjin nerta bóltin.

Bólturin í brotinum í sjónvarpinum hevur heldur ikki møguleika at “rulla í málið” men rakar vøllin í ein vinkul sum ger at hann bert einaferð nemur vøllin áðrenn hann møguliga rakar netloftið – um hann helt seg innanfyri málstengurnar.

Omanfyrinevndu vitnisfrágreiðingar vísa at Suni Merkistein hevur mistikið seg tá hann valdi áðurnevnda fimsbrot.


Niðanfyri kunnu upptøkurnar í sendingini síggjast. Viðgerin av “málinum” í sendingini er frá 23:30. Sjálv hendingin sást á 26:10. 

OG niðanfyri VIDEO er ein leinkja sum vísir til ein PDF fíl við seks síðum úr KÍ-TÍÐINDI 2002