Mánadagin 2. mars byrjaði Jakup Eydnugarð sum leiðari hjá Vodafone í Norðoyggjum.
Hetta er ein liður í ætlanini hjá Vodafone um at gerast meira
sjónligt í Norðoyggjum, og í hesum sambandi hevur Norðlýsið fingið eitt prát við nýggja leiðaran um nýggju avbjóðingina.
– Hetta er avgjørt ein sera spennandi avbjóðing, og eri eg sera fegin um álitið, mær givið. Eg havi stórar vónir um, at Vodafone kann vaksa meira í Norðoyggjum, og eg fari við góðum treysti í holt við hesa uppgávu, sigur Jakup Eydnugarð um nýggju uppgávu sína.
Sum øllum kunnugt er samfelagið í løtuni í einum aldudali, og eru Norðoyggjar kanska serliga hart raktar, nú Kósin er afturlatin og fiskaprísirnir eru lágir. Men tá ið tíðirnar eru sum tær eru, er hvør spard króna sjálvandi ein vunnin króna, vísir Jakup á og leggur í hesum sambandi afturat, at økta kappingin millum Vodafone og kappingarneytan tí kemur væl við, ikki minst fyri kundarnar.
– Vodafone fer við vissu at verða meira sjónligt í Norðoyggjum í komandi tíðum, og vit fara avgjørt ikki at smæðast við at bjóða okkum fram, sigur Jakup við einum smíli.
Vodafone stuðlar í Norðoyggjum
Vodafone hevur nógvar stuðulsavtalur kring landið, og stuðulsavtalurnar uttanlands eru eisini kendar á okkara leiðum, teirra millum høvðusstuðulssáttmálin við McLaren í Formel1 kappkoyringini, og í Champions League kappingini í fótbólti.
– Í Norðoyggjum eru vit í løtuni stuðul hjá eitt nú ÁRF – Árnafjarðar róðrarfelag – og hjá steypavinnarunum Stjørnuni, sigur Jakup Eydnugarð.
Harafturat er Vodafone nú eisini, umvegis stuðulsavtaluna við FSF um Vodafonedeildina, vorðin stuðul hjá øllum fremstu fótbóltsliðum í landinum, og á tann hátt eisini hjá KÍ.
Vodafone er lítlibeiggi í Føroyum, men stóribeiggi úti í heimi
Í Føroyum er Vodafone enn mett at vera "lítlibeiggin" á fjarskiftisøkinum, men eftir skiftið frá Kall til Vodafone, gjørdist felagið ein partur av einum stórum fjarskiftisneti, við deildum og fjarskiftisavtalum í mest sum øllum londum.
Vodafone hevur nú í Føroyum fýra handlar kring landið, og eru hesir á Óðinshædd og í SMS í Havn, í Saltangará og í Klaksvík.
– Aðalmálið við handlum okkara er at koma nærri viðskiftafólkum okkara og harvið veita eina enn betri tænastu, sigur Jakup Eydnugarð.
3G
Í desember mánaði í 2008 kollvelti Vodafone við 3G-tøknini fartelfoniøkið her á landi, og nú er 3G netið víðkað soleiðis at tað nú virkar í Tórshavn, Runavík og í Klaksvík. Hetta ber við sær, at føroyingar skjótari enn nakrantíð áður kunnu flyta data á Internetinum við fartelefon. Við 3G økist ferðin upp til 40 ferðir skjótari enn higartil, og kostnaðurin at flyta data við fartelefonini lækkar meira enn 50 prosent.
– Hetta haldi eg vera eitt gott dømi um, at tann fyritøkan, eg nú eri vorðin partur av, er framsíggin, nýskapandi og kappingarfør, og eri eg sera fegin um nú at vera vorðin ein partur av hesum, sigur Jakup at enda við Norðlýsið.




