Vodafone hevur í dag lækkað prísin munandi fyri fartelefonhald til ung, sum eru 18 ár og yngri, og til lesandi við lestrarkorti frá Ó.
Vodafone hevur í dag lækkað prísin munandi fyri fartelefonhald til ung, sum eru 18 ár og yngri, og til lesandi við lestrarkorti frá Ó.
Við nýggja RED Ung haldinum bjóðar Vodafone ungum fría talu, frí SMS og 300 MB fyri fastan mánaðarprís uttan vanda fyri eykarokning.
– Tað hevur verið eitt ynski hjá nógvum foreldrum at fáa eitt RED hald, har loft er á nýtsluni, og eingin vandi er fyri eykarokningum, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone. Tí hava vit ment RED Ung haldið, ið bjóðar ein størri tryggleika til foreldur og tey ungu.
Nýggja haldið er sniðkað soleiðis til, at tá ið 300 MB eru brúkt, verður datatænastan sjálvvirkandi sligin frá, meðan ein framvegis kann ringja og SMSa frítt í Føroyum. Um ein vil hava meira data, tosa til útlandið ella hava telefonina við at ferðast, so kann ein fylla eyka pening á inni á www.vodafone.fo.
Í samband við at RED ung verður givið út í dag, bjóðar Vodafone teimum, sum tekna hald nú, óavmarkað internet á fartelefonini fram til 1. mai 2015.




