Seinastu tvey árini og fyrstu mánarnir í 2013 hevur vøksturin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum verið rættiliga markantur; men nú sær út til at vøksturin er avtakandi.
Seinastu tvey árini og fyrstu mánarnir í 2013 hevur vøksturin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum verið rættiliga markantur; men nú sær út til at vøksturin er avtakandi.
Vøksturin í august var einans 2.1 % ella 562 ferðafólk, um samanborið verður við august í 2012. Samlaði vøksturin higartil í ár er sostatt 5.6 % ella 8829 ferðafólk.
Færri flogtúrar ímillum Føroyar og umheimin
Ein av orsøkunum til avtakandi vøksturin kann vera at summar ferðaætlanin hjá Atlantic Airways byrjaði seinni í 2013 enn í 2012. Tó so at summarflúgvingin til London gongur inní septembur í ár. Ein onnur orsøk kann vera eitt lægri tal av flogtúrum ímillum Føroyar og umheimin.
Frá januar til august í 2012 var talið av komum og fráferðum umvegis flogvøllin í Vágum 3565. Higartil í ár er talið av komum og fráferðum 3067. Hetta er ein minking á 14 %. Havast skal tó í huga, at einki offshore virksemi hevur verið í 2013, og at hetta stóð fyri uml. 3,5 % í 2012. Væntandi verður aftur offshore virksemi í 2014.
Fyrstu sperrurnar á farstøðini settar upp
Arbeiðið at reisa farstøðina á flogvøllinum er byrjað. Talan er um 9 gittarsperrur, sum eru 1,5 metur høgar og íalt knapt 70 metur langar, og hetta arbeiðið tekur væntandi umleið 4 vikur.
Stóra takið á farstøðini verður sera eyðsýnt og sperrurnar fara at geva bygninginum eitt skap sum stórir bogar. Partur av takinum kemur at virka sum hálvtak, har bussar og bilar kunnu koyra inn undir til av og á skipan, so ferðandi verða vard móti vindi og veðri.
Arbeiðið við tænastubygninginum gongur væl, og byrjað er at inniloka bygningin. Eftir ætlan skulu bæði tænastubygningurin og farstøðin innilokast, áðrenn veturin kemur.
Sambært tíðarætlan verður samlaða arbeiðið liðugt á sumri 2014. Myndir av byggingini síggjast á: http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12451&NewsItemID=17018
SÍ VIHEFTU FÍLU




