Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vøksturin í ferðsluni í Norðoyatunnlinum stagneraður

John William Joensen

Seinastu mánaðarnar hava vit kunna staðfest at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu eru stagneraðar og stjórin í Norðoyatunnlinum, staðfestir í morgun at vøksturin í ferðsluni í Norðoyatunnlinum er avtakandi.

Tað er áhugavert at ferðslan í Norðoyatunnlinum fylgir aktivitetinum í samfelagnum í norðoyggjum. Undir fíggjarkreppuni í 2008 stagneraði ferðslan i norðoyatunnlinum og fór ikki at vaksa aftur fyrr enn í 2011-2012. 
Ferðslan í Norðoyatunnlinum fór uppum eina millión akfør í 2016.
Vøksturin í ferðsluni 2016 var 11,2%.
Vøksturin í ferðsluni 2017 var 13,8%.
 
Men vøksturin í ferðsluni til og við november 2018 er einans 6 % og saman við stagenerandi inntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu, er tað væl ein sterk ábending um at ferðin er minkandi í samfelagsbúskapinum í Norðoyggjum.