Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Volapuck útgeva fyrsta staklagið “Mirage”

Jóhann Lützen

Alternativi rokkbólkurin Volapuck (FO) útgevur sítt fyrsta staklag, “Mirage”, tann 17. oktober, 2025.

Hvør: Volapuck, føroyskur alternativur rokkbólkur

Hvat: “Mirage”, staklag

Nær: 17. oktober, 2025 (á midnátt)

Hvar: Tøkt á øllum stroymingartænastum

 

Hetta hevði ein av stovnarunum, Benjamin Tausen, at siga um útgávuna: “Lagið, ‘Mirage’, eyðkennir seg við einum grundleggjandi mótsetningi. Einumegin er hitt dreymakenda, fleirraddaða kórið, ið hugleiðir um ólukkuligan kærleika, og hvørt av sínum. Hinumegin er eitt fjart brim av skitnum, larmandi gittarum, sum bjóðar kenslunæma kórinum av. Talan er um bleytan rokktónleik, ið stórvegis ber brá av nítiárunum, tó við einum farra av 21. øld.”