Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vøllurin í Klaksvík leggur upp til nærdystir

John William Joensen

sigur Allan Mørkøre, sum eftir dystin millum KÍ og AB gjárakvøldið hevur verið útskeldaður í kjaktorginum av sokallaðum KÍ viðhaldsfólkum og m.a. ákærdur fyri at hava ábyrgd av reyða kortinum hjá Atla

– Eg má siga at eg takið hattin av fyri tí arbeiði, sum Eyðun og Trygvi hava gjørt í Klaksvík, tí klaksvíkingar spæla fótbólt. 

– KÍ var betri enn vit og teir spæla eisini góðan fótbólt.
– KÍ byrjaði sera væl og tá farið var til hálvleiks høvdu vit ongan málmøguleika havt meðan KÍ átti kanska ført eini 4-0.
– Tað var eyðsýnt at KÍ leikararnir vóru tunaðir til at vinna dystin og hinvegin vóru vit alt ov bangnir at halda uppá bóltin.
– Í seinra hálvleiki valdu vit at vera meira ágangandi og tveittu meira fram í álopið.

Stórsti møguleikin í dystinum
Símun Joensen og Allan Mørkøre høvdu stórstu málmøguleikarnar í dystinum, men tað sum avgjørdi dystin var brennarin hjá Allan.
– Eg koma at standa púra leysur, men helt at eg hevði ein verjuleikara í rygginum, og skundaði mær tí alt ov nógv at skjóta. Á ein ella annan hátt rakið eg bóltin so illa at hann fer fram við málinum – ótrúligt!’
– Úrslitið gjørdist eitt tap fyri okkum og harafturat mistu vit tríggjar leikarar. – Mortan og Petur fingu karantenu og Fróði var so illa skaddur at hann verður neyvan klárur til komandi dyst.

Hart spæl
Allan Mørkøre heldur ikki at hann spældi harðligari enn vanligt.
– Mær dámar altíð seravæl at spæla í Klaksvík, tí áskoðararnir eru sera lívligir. Men eg haldi at tað er í so nógv tá ein eftir dystin far persónligar viðmerkingar í kjaktorginum.
– Vøllurin í Klaksvík er sera vánaligur og leggur upp til hart spæl.
– Bólturin hevur lindi til at hanga fastur og tú noyðist altíð at brúka eina eyka berøring fyri at fáa tamarhald á bóltinum. Tì er meira kontakt millum leikarar enn vanligt.
– Í fótbólti gevur og tekur ein – og sjálvur havi eg mangan ligið eftir á eftir ófantaligar taklingar. Men eg havi ongantíð klaða um hetta tí tað virkar báðar vegir.

Hevur tosða við Harley og Atla
– Eg verðið í kjaktorginum skuldsettur fyri at hava sligið Harley niður – men tað passar als ikki.
– Vit eru vinmenn báðir og eg ringdi til hansara í morgun fyri at vita hvussu stóð til.
– Hann greiddi frá at hann ikki var heilt greiður ivir hvat hendi – men tað kendist sum eitt lokomotiv rakti hann.
– Eg veit bara tað at eg fór upp eftir bóltinum og so rendu vit saman – longri er søgan ikki.
– Eg haldið tað vera langt úti at skuldseta meg fyri at hava ábyrgdina av at Atli Danielsen fekk reyða kortið.
– Eg kann ikki lastast fyri tað sum Atli gerð og eg haldi at kortini hann fekk vóru í lagið.
– Hinvegin so átti eg eitt brotsspark, tá eg bleiv feldur, men dómarin tordi nokk ikki at døma tí beint frammanundan var so nógv sjabbarríð á vøllinum.
– Eg og Atli tóku í hondina á hvørjum øðrum eftir dystin og tað er absolutt einki ilt blóð millum okkum báðar.