Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vónbrot hjá KÍ á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Við 10 leikarum og aftanfyri 1-0 sá KÍ út til at tapa dystin á Norðoyastevnu, men so javnaði Jonn Johannessen og bjargaði KÍ frá næsta tapinum í ár. Men samanlagt var talan um úrslit, ið var eitt vónbrot fyri KÍ.

Nógvir áskoðarar og gott veður í Klaksvík til fótbóltsdyst í dag. KÍ byrjaði dystin væl við høgum trýsti og góðum spæli, men sum fyrri hálvleikur leið, so kom NSÍ betri við. Heilt stóru málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir av í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki hendi eitt sindur av hvørjum. NSÍ kom á odda 1-0 eitt sindur ímóti leikgongdini og løtu seinni fekk Deni Pavlovic reytt kort. KÍ í undirtali og aftanfyri 1-0, men í yvirtíðini javnaði innskifti Jonn Johannessen til 1-1.

Sum heild var talan um ein dyst, har KÍ var omaná og hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar, men NSÍ var eisini væl við í pørtum av dystinum og hevði onkran góðan møguleika afturat málinum. NSÍ-málverjin, Tórður Thomsen, hevði tríggjar framúr bjargingar í dystinum og var stóri leikarin hjá NSÍ. Einaferð bjargaði Oddur Højgaard á strikuni og tvær rangstøður blivu dømdar móti KÍ, har annað hevði givið mál og hitt brotsspark. Møguliga vóru báðar støðurnar rætt dømdar.

KÍ hevur sostatt fyrstu seks umførini bara vunnið móti teimum, ið vanliga eru í botn 5, meðan tveir heimadystir móti topp 5 liðum hava bara givið eitt stig tilsamans. Tað ger, at KÍ haltar aftaná HB, sum er farið fimm stig framum.