Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vørn: Arktisk kommando kannar málið fyri okkum

Jóhann Lützen

Vit kenna einki til hesa skotvenjingina og vit hava biðið Arktisk kommando um at kannað málið, sigur Jóhan Simonsen deildarstjóri á Vørn

Tað eru í hvørfall tvey hernaðarskip frá NATO, ið skjóta við skørpum á rygginum júst nú. Fýra føroysk línuskip og ein trolari eru á leiðini. Tey hava fingið at vita á VHF’inum um at halda frástøðu.

Norðlýsið hevur vent sær til Vørn at frætta nærri. Har vistu tey líka lítið sum vit, men hava biðið Arktisk kommandu um at kanna málið. Síðani fær Vørn nærri kunning frá teimum, upplýsir Jóhan Simonsen.

Norðlýsið fylgir málinum.