Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vóru á fjalli í Líðini hósdagin

Jákup Ósá

Myndarøð: Hósdagin vóru teir á fjalli í Líðini á Kalsoynni.

Myndarøð: Hósdagin vóru teir á fjalli í Líðini á Kalsoynni.

Farið var frá húsum kl. 09.30 og fjallmenninir vóru aftur í Mikladali kl. 16.30. Líðin er vestanfyri á Kalsoynni og er tað Hanus Hansen, sum eigur hagapartin. 11 fjallmenn vóru við hendan dagin. Veðrið var av tí allar fagrasta og tað gekk eisini á einari góðari leið at reka, hóast onkur seyður var eftir úti. Um lombini er at siga, at støddin á teimum var rættuliga ójøvn.

Myndamaður hjá Norðlýsinum hendan dagin var Petur Andreasen.