Mangt bendir á, at vørurnar, sum eru umfataðar av revsitiltøkunum hjá ES ímóti Russlandi, framvegis finna vegin fram. Tær fara bert ein umveg fyrst.
Danska blaðið Børsen nevnir sum dømi, at innflutningurin hjá Danmark av træbrikettum v.m. úr Turkalandi bæði í 2020 og 2021 var null. Í staðin innflutti Danmark yvir 300.000 tons av hesum vørum úr Russlandi í 2021. Men í juli í fjør gavst Danmark við innflutninginum úr Russlandi – men innflutti fleiri milliónir tons av trævørum úr Turkalandi í staðin.
Hetta er neyvan tí at Turkaland brádliga er vorðin nakar stórprodusentur av træbrikettum, men heldur tí at talan er um russiskar trævørur, sum finna veg rundan um sanktiónirnar. Danska Toldstyrelsen sigur soleiðis:
“Der ses en risiko for, at importsanktioner på trævarer forsøges omgået ved at transportere varerne gennem ikkesanktionerende lande, hvor oprindelseslandet bliver maskeret”.
Tollstýrið sigur somuleiðis, at innflutningurin til Danmark úr júst grannalondum hjá Russlandi er nógv øktur frá 2021 til 2022. 67% úr Kazakstan, 57% úr Kirgisistan, 24% úr Georgia, 14% úr Turkalandi og ikki færri enn 123% úr Armenia. Nakað sum sjálvandi stuðlar undir illgrunan um, at Russland er upprunalandið til vørurnar, ið verða innfluttar.
Tað sama sæst hin vegin.
Útflutningurin hjá ES til Turkaland er øktur 43%, til Georgia 117%, til Armenia heili 339%, til Aserbadjan 226%, til Kazakstan 319%, til Uzbekistan 254% og til Kirgisistan ikki minni enn 1.175%. Alt antin grannalond ella næstan-grannalond hjá Russlandi. Talan er um tey sokallaðu “stan-londini”, fyrrverandi sovjettrepublikkir á asiatisku síðuni, umframt Turkaland og eisini Sameindu Arabisku Emiratini.
Hóast tað sjálvsagt verður avsannað av teimum handlandi, er sera nógv, sum bendir á, at farið verður rundan um sanktiónirnar hjá ES-londunum mótvegis Russlandi umvegis grannalond og nærstandandi lond sum millumliðum.
Sambært eini greining í Børsen er væntandi, at ruðuleikin bert fer at vaksa nú í 2023. Tí tað er longu ein stór avbjóðing fyri fyritøkurnar í ES at finna veg í sanktiónsfrumskógini, og um ES ætlar at tippa holini í revsitiltøkunum, sum illgruni er um nú, við uppaftur fleiri restriktiónum, vaksa tær avbjóðingarnar samsvarandi.




