Jóhan Mikkjalson, sum í beint í áðni fekk sín Bachelor, ætlar sær heim í morgin á Voxbotn. Um flúgvarin ikki lendir, skal hann sleppast í fallskíggja, sigur hann avgjørdur, tí á Voxbotn skal hann.
Jóhan Mikkjalson, sum í beint í áðni fekk sín Bachelor, ætlar sær heim í morgin á Voxbotn. Um flúgvarin ikki lendir, skal hann sleppast í fallskíggja, sigur hann avgjørdur, tí á Voxbotn skal hann.
Jóhan hevur trý tey seinastu árini lisið ítrótt í Keypmannahavn, og bleiv útbúgvin á hesum øki fyri lítlari løtu síðani. Í ár fær hann bert eina stutta summarfrítíð, tí hann skal skjótt niður aftur, har hann skal byrja at lesa til politi.
Hóast hann hevur nógv um at vera, skal tað ikki kosta honum Voxbotn. Hann hevur verið til Voxbotn á hvørjum ári síðani tað byrjaði. Tað eru nú tveir mánaðir síðani hann ognaði sær eitt atgongumerki til bæði Voxbotn og ferðina heim.
– Tað besta við Voxbotn er plaseringin. Tað er so ótruliga væl staðsett, í hjartanum í Havnini. Hetta ger tað eitt sindur trongt, men tað ger ikki petti, tí júst tað ger, at mann kemur øllum við, greiðir ein væl nøgdur Jóhan frá.
– Voxbotn er sum ein komprimera Ólavsøka við einum serstøkum stemningi. Tí júst hesa tíðina á árinum fegnast øll yvir, at hava fingið summarferiu. Fólk eru yvirglað. – Ótrúliga stuttligt, sigur Jóhan Mikkjalson.
Jóhan lendir um tveytíðina leygardagin og ætlar sær beina leið til Havnar at mála býin reyðan.




