Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VoxPop og KissFM hoyrist nú eisini í Klakvsík

Sp/f Miðlavarpið og Sp/f Vox Entertainment

Útvarpsrásirnar KissFM og VoxPop kunnu nú eisini hoyrast á FM-bandinum í Klaksvík. KissFM hoyrist á 88,7, meðan VoxPop hoyrist á 90,7. Fólk frá VoxPop og KissFM hava í vikuskiftinum verið uppi á Brúnaskarði og sett antennur og sendarar upp, soleiðis at VoxPop og KissFM nú eisini hoyrist í Klaksvík.

Útvarpsrásirnar KissFM og VoxPop kunnu nú eisini hoyrast á FM-bandinum í Klaksvík. KissFM hoyrist á 88,7, meðan VoxPop hoyrist á 90,7.

Fólk frá VoxPop og KissFM hava í vikuskiftinum verið uppi á Brúnaskarði og sett antennur og sendarar upp, soleiðis at VoxPop og KissFM nú eisini hoyrist í Klaksvík.
Tónleikarásirnar VoxPop og KissFM byrjaðu at senda í Tórshavn fyri einum lítlum ári síðani og undirtøkan hevur verið sera góð millum lurtararnar. Nú er sendinetið víðka til eisini at umfata Klaksvík og vónandi fara lurtarar og lýsarar í Klaksvík at taka væl ímóti nýggju útvarprásunum.
Útvarpsrásirnar Rás2, VoxPop og KissFM gjørdu fyrr í vikuni av at leggja saman í eitt felag fyri millum annað fyri at geva lurtarunum betri útvarp og lýsarunum ein betri lýsingarmøguleika. Og nú er so fyrsta stigið tikið við at VoxPop og KissFM nú eisini hoyrist á FM-bandinum í Klaksvík. Við trimum útvarpsrásum kemur nýggja útvarpsstøðin at hava enn størri møguleika at raka teir ymiskum málbólkarnar í samfelagnum til gagns fyri bæði lurtarar og lýsarar.
Fyribils fram til nýggjárs fara tær tríggjar útvarpsrásirnar Rás2, VoxPop og KissFM at senda eftir nøkurlunda sama leisti sum higartil. Ein arbeiðsnevnd er farin til verka at gera eina størri ætlan fyri allar tríggjar rásirnar og munandi broytingar í skrá, sendingum og senduflatu fara at verða gjørdar longu frá fyrst í komandi árið.


Tað eru dóttirfelagið hjá Sosialinum, Sp/f Miðlavarpið og Sp/f Vox Entertainment, sum eiga 50 prosent hvør í nýggju útvarpstøðini.
Harleywoodpaint