Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vrakaðir leikarar kosta nógvar pengar

Jákup Ósá

– Vit mugu gjalda nógvar pengar fyri leikarar, sum onnur feløg ikki hava brúk fyri. Tað heldur Giza Hoyvík.

Í føroyskum fótbólti er í dag ein skipan, har feløg hava rætt til pengar, um so er at ungir leikarar skifta felag. Uppalingar feløgini fáa eina avísa upphædd, um leikarar skriva sáttmála við annað felag, tá talan er um leikarar yngri enn 25 ár. Sum skilst kom skipanin til fyri at tryggja feløgum pengar, tá góðir leikarar skiftu barndómsfelagið út við annað felag.

Giza Hoyvík merkir veikleikarnar í skipanini

Men skipanin hevur sínar veikleikar. Tað hevur Giza Hoyvík, sum spælir í næstbestu deildini, merkt. Giza Hoyvík er rímuliga nýtt felag, sum er stovnað av fyrstan tíð fyri at geva leikarum møguleika at spæla fótbólt, sum kanska antin ikki hava tíma ella ikki lagt nóg stóru orku í fótbóltin í ungdómsdeildunum. Serliga í stóru havnarfeløgunum, har talið av aktivum leikarum er so stórt.

B36 kravdi 12.000 krónur fyri leikara

Kenneth Hovgaard er formaður í Giza Hoyvík og hann vísir á, at skipanin ikki virkar í dag, tí feløg eftir hansara tykki misbrúka hana og tá hugsar hann serliga um eitt fekst dømi.

– Vit gjørdu fyrr í ár sáttmála við unglingaleikaran Boas Heinesen. Hann hevur spælt við Giza Hoyvík í ár, nú Giza Hoyvík á fyrsta sinni mannaði eitt U18 lið. Men er upprunaliga B36 leikari og spældi á B-liðnum øll árini. Tó so, so gavst hann í B36 sum 14 ára gamal og hevði ikki spælt fótbólt í fýra ár, tá hann kom til okkum at spæla í ár. Hann er ein leikari, sum hevur hondbólt sum høvuðsítrótt, men sum um summarið dámar væl at spæla fótbólt og við sáttmálanum vildu vit vísa, at vit vóru væl nøgdir við hansara avrik og mettu, at hann hevði framtíðar møguleikar í næstbestu deildini, har okkara besta lið spælir í løtuni. Men hvat hendir, tá ein tíð er gingin – áðrenn sáttmálin var sendur til góðkenningar – fáa vit rokning á 12.000 krónur frá B36. Fyri eitt lítið felag sum Giza Hoyvík, so er 12.000 krónur nógvir pengar fyri ein leikara. Hetta var fyri uppaling og sambært lógunum er eingin ivi um, at B36 hevur rætt til hesar pengarnar. Men tá vit vendu okkum til B36, so søgdu teir, at teir skiltu støðuna, men høvdu sjálvir verið úti fyri somu støðu, sum vit vóru í nú. Hetta gjørdi so, at vit ongan sáttmála kundu gera, tí 12.000 krónur er ov nógvir pengar hjá einum so lítlum felagi at brúka uppá ein leikara, sum í fyrstu atløgu ikki spælir við besta liðnum, sigur Kenneth Hovgaard.

Fleiri kundu gjørt sum B36

Kenneth vísir síðani á, at í grundini kundi støðan verið nógv verri í Giza Hoyvík, um øll feløgini gjørdu sum B36.

– Í felagnum hjá okkum eru fyri tað mesta leikarar, sum eru uppaldir í øðrum feløgum. Fleiri av teimum eru eisini undir 25 ár og tískil kundu vit staðið eftir við at allir hesir leikararnir høvdu eitt prís skeltið á 10-15.000 krónur, um vit skuldu gjørt sáttmálar. Men har skal eg rósa fleiri feløgum fyri at vísa vælvild og skilja støðuna. Skipanin verður vónandi og væntandi broytt til komandi kappingarár, tí hetta er eitt mál, sum verður tikið fram til komandi aðalfund. Trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki fáa arbeitt sum vit vilja fram til tá m.a. av áðurnevndu hending, sigur Kenneth Hovgaard við Norðlýsið.

Hava fingið nógvar leikarar virknar aftur

Kenneth vísir á, at Giza Hoyvík hevur fylt eitt tómrúm í føroyskum fótbólti og rokki einum máli um at fáa fleiri leikarar at spæla fótbólt.

– FSF og feløgini hava ein málsetning um at fáa fleiri at spæla fótbólt. Tað vísir seg serliga, at ein trupulleiki er, at leikarar gevast, tá teir eru í serliga U16 og U18 aldri. Men har haldi eg ikki eg sigi ov nógv, tá Giza Hoyvík hevur lofta nógvum leikarum, sum eru givnir í serliga HB og B36. Teir tíma ikki, eru kanska ikki mettir at vera nóg góðir ella gevast av øðrum orsøkum. Har hava vit tilboð og leggja stóra orku í at rúma øllum, eisini teimum við avmarkaðum evnum. Eg meti, at vit kanska hava fingið eini 50-60 leikarar virknar seinastu árini, sum annars ikki høvdu spælt fótbólt. Tað er til frama fyri einstaka leikaran og føroyskan fótbólt, sigur formaðurin í Giza Hoyvík at enda.